Ungir føroyingar framleiða dygdarleikur

Tey bæði, Hildur Eyðunsdóttir og Oyvindur av Skarði, eru farin undir at framleiða føroyskar dygdarleikur til dagstovnar bæði her heima á føroya klettum og uttanlands.

Talan er ikki um bíligar plastvørur, ið brotna sera lættliga. Nei, Hildur Eyðunsdóttir og Oyvindur av Skarði framleiða leikur, ið væl kunnu halda til fleiri ættarlið. Tey hava arbeitt við at menna hesar leikur í eitt gott ár, og nú eru tey rættuliga farin undir at selja leikurnar til ymsikar dagsstovnar og til privatfólk.


Námsfrøði

Leikurnar hjá teimum báðum framfúsnu uppfinnarunum eru gjørdar sera námsfrøðiliga. Tær eru gjørdar soleiðis, at tær menna allar sansir barnisins samstundis. Og eisini eru tær gjørdar soleiðis, at tær seta krøv til evnini hjá tí einstaka barninum. Hetta síggja vit t.d. við javnvágsrulluni, har barnið allatíðina noyðist at ansa sær, so at tað ikki dettur av rulluni.

Men hóast Ting Form leikurnar eru gjørdar eftir námsfrøðiligur hugsjónum, so eru Hildur og Oyvindur ikki námsfrøðingar. Tey hava tó onkuntíð arbeitt við børnum, men tey siga, at hugskotini til leikurnar mest koma frá upplivingum saman við teirra egnu børnum.


Væl nøgd

Vit hava verið ein túr í dagsstovninum Lítlaskógi í Havn, ið hevur keypt nakrar av leikunum, ið Ting Form hevur at selja. Í Lítlaskógi eru børnini sera glað fyri hesar nýggju leikurnar, og siga námsfrøðingarnir, at børnini spæla nógv við nýggju leikurnar.

Námsfrøðingarnir meta, at leikurnar frá Timg Form eru eins dygdargóðar og leikur frá kendum stórfyritøkum, sum t.d. Brio. Tey siga, at leikurnar eru sterkar, samstundis sum tær eru spennadi hjá børnunum at leika við. Og vit fingu sjón fyri søgn, tá vit møttu einari rúgvu av børnum, ið spældu sær á javnvágsrulluni í ganginum. Hendan javnvágsrullan ger, at børnini menna síni javnvágsevni, og gongur hetta sera væl, tí børnini spæla ógvuliga nógv á rulluni, siga námsfrøðingarnir í Lítlaskógi.


Selja uttanlands

Oyvindur og Hildur, ið eiga og reka fyritøkuna Ting Form, siga, at tey ikki bert ætla sær at selja leikur til føroyska marknaðin. Tey ætla sær at fáa sær seljarar uttanlands, og eisni ætla tey sær undir hópframleiðslu av vørum sínum.

Tey hava gott mót og vóna, at leikur teirra koma at verða nógv keyptar, bæði í Føroyum og uttanlands. Tey siga, at um nakar hevur áhuga fyri leikum teirra, kunnu tey seta seg í samband við Ting Form í Havn.