stigini varð avgjørt tíðliga í 1. hálvleiki. Vlad Osipov skoraði tvey mál, og uppskriftin var tann sama í báðum førum. Sjúrður Ellefsen, sum rættuliga hevur fingið luft undir veingirnar á høgra vongverjanum [...] Silva misnýtti brotsspark, men heimasigurin var ongantíð í vanda. Ótroyttiligi Eli Hentze minkaði um munin í síðstu løtu. Hann kom ímillum í uppspælinum hjá heimaliðnum, og so beyð ikki bøtur. Gleða seg [...] onkrir aðrir, sum hava sýnt áhuga at hjálpa okkum. Men enn er tað ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um hetta. Albert Ellefsen sigur, at teir hava tólv spælarar, sum eru millum 19 og 22 ár, og á liðnum eru
veruliga ætla sær at halda fast um hendan sessin, fæst helst ein greið ábending um komandi vikurnar. Eftir at teir komandi vikuskiftið fáa vitjan av B36, verður talan tá nevnliga um dystir móti Sumba og ÍF, og [...] mest sum eftir vild, og tað var rár hending, at bólturin yvir høvur ferðast yvir um miðlinjuna. Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram. Vágamenn tóktust ætla sær fleiri mál, og tí settu teir ikki ferðina [...] fyri HB í Havn, og síðani spældu málleysan javnleik á Sandi, men síðani hava teir ikki litið aftur um bak. Leygardagin vitjaðu teir so í góðveðrinum norðuri í Klaksvík, og har var skjótt greitt, at gestirnir
manningini hjá uppflytarunum úr Kollafjarðar Talvfelag at fáa hálvtannað stig í Vágum. Tað bøtir ikki um støðuna hjá sandavágsmonnum, at Rógvi Egilstoft, sum í løtuni búleikast í Spania, so sjáldan er tøkur [...] ára gamla Jón í Horni Nielsen tykjast hava nýggjan stórtelvara á veg. Men ein strika í rokningini mundi tað vera, at fleirfaldi føroyameistarin Torkil Nielsen á øðrum sinni í vetur mátti dvína fyri unglinginum [...] 1 deild Havnin 19½ stig Sandavágur 17 Klaksvík 14 Klaksvík B. 8 Kollafjørður 7½ Havnin B. 6 Fleiri um boðið Vágamenn halda kósina sum oddalið í 2 deild, men fleiri lið eru í hølunum á teimum. Sandavágsmenn
sendi hann bóltin upp um manngarðin og í málið til 2-1. Og nú fór at ganga skjótt millum málini. Tveir minuttir eftir at FS Vágar hevði minkað, legði Poul Juul Wilhelmsen KÍ fram um 3-1, men bert fýra minuttir
verða helst noyddir at styrkja liðið við nøkrum spælarum, um vit skulu standa okkum millum 1. deildarfeløgini, og so ger tað mær tað sama, um tað eru føroyskir ella útlendskir spælarar, bara teir eru góðir [...] málfestina, tá hann gjørdi tað til 7-1 seint í dystinum. Hóast vágamenn vunnu greiðan sigur, var ikki sama flog yvir spælinum hesaferð, sum tað var móti LÍF seinasta vikuskiftið. Ofta var lítil ferð á, men [...] rættiliga neyvir. Vágamenn spæla aðrastaðni Eftir dystin í Runavík fingu teir á vágaliðnum gullmerkini um hálsin, og tá teir komu heimaftur í Vágarnar, var veitsla í bygdarhúsium í Miðvági. Har vóru fleiri
at spæla sum tað eigur fyri Mjølnir. Men eisini her er tað ein spurningur um samanhang og um tað ber til, tað er tó eingin ivi um, at royndirnar hjá teimum royndu kreftunum, sum t.d. Sofíu Purkhús Splidt [...] steypakapping – ella báðar – hesi seinastu árini. Sjálvt um eingin blívur meistari uppá tað, sum man vann í fjør ella áðrenn tað, so er tað tó ein ábending um, at har er nakað at byggja á, og júst tað er orsøkin [...] eru ringast at siga nakað um, áðrenn kappingin byrjar. Bæði liðini hava klárað seg væl, men KÍF hevur tó ongantíð vunnið nakað í bestu kvinnudeildini í flogbólti. Skulu vit spáa um gongdina, nú áðrenn kappingin
rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi? Teir eru báðir [...] komu úr Vágum. Vágabátarnir gjørdu rættuliga um seg. Nýggi báturin í Miðvági, Frúgvin, vann, og Beinta úr Miðvági gjørdist næstfremst. Kappingin stóð bara um næstfremsta plássið. Beinta var drúgvast í tí [...] tí kappingini, men Ørnin úr Sandavági gav Beintu ein skarpan gang. Um fyrsta plássið var eingin kapping seinnapartin av eitt túsund metra teininum. Frúgvin var leys av hinum bátunum, tá tær vóru komnar
kemur burturúr ætlanini um fasta sambandið um Vestmannasund, so skal eg, um hann ynskir tað persónliga siga honum frá, tá næsti fundurin verður, t.d. tann við løgmann. Her er talan um eina rødd úr Vágum og [...] burtur. Fleiri hugleiðingar um hetta evni fara at koma í komandi tíð, tí ikki meira um hetta á hesum sinni. Neyðarsemjan Men tá Aage so ger niðurstøður burturúr atkvøðugreiðsluni um neyðarsemjuna ? tær 20 [...] væl, at orsøkin til at málið um fasta sambandið um Vestmannasund aftur kom fram í ljósið, er fyrst og fremst at takka politisku valfeløgunum í Vágum. Aage fekk at vita um fyrsta fundin, sum feløgini skipaðu
redaktiónini í røðini var kanska tann, sum hann var mest fegin um. Tó legði hann stóran dent á, at blaðið tekur stig til at gerast meira sjónligt úti um landið. -Blaðið og blaðfólkini á Sosialinum hava eina skyldu [...] Vakstrarhúsið í Sandavági prýddi hølini við blómum og plantum. Alt gekk uppá stás og vóru fólk á einum máli um, at hetta er eitt sera skilagott tiltak. Jan Müller, blaðstjóri beyð vælkomin og takkaði fyri tann [...] er so partur av strategiini hjá blaðnum at koma út í hvønn krók av landinum. Blaðstjórin fegnaðist um tann sera stóra blíðskapin og beinasemið, sum blaðið møtti í oynni og her ikki minst í kommunuhúsinum
var at kunna um vegleiðandi fólkaatkvøðuna, sum skal vera í bygdunum báðum um kommunusamanlegging saman við løgtingsvalinum 19. januar. Lítið kjøt á Sostatt var lítið ítøkiligt at tosa um enn og nógvir [...] verið um ein ítøkiligan sáttmála. Fundarfólk vóru eisini altráð eftir at vita, um kommunustýrini ætlaðu at fylgja niðurstøðuni av fólkaatkvøðuni. Borgarstjórin í Miðvági legði dent á, at talan er um eina [...] Sandavág saman í eina kommunu, var til umrøðu. Men spurningurin er, um tey vóru stórt klókari, tá ið tey fóru avstað aftur. Spurningarnir fuku um oyruni á borgarstjórunum í báðum bygdunum, men tað var ikki lætt