Tað gongur framvegis sum eftir ánni hjá 2. deildarliðnum hjá KÍ. Hesa ferð vunnu teir 4-2 á FS Vágum, og klaksvíkingar eru framvegis á odda í 2. deild.
Tvey mál komu í fyrra hálvleiki. KÍ átti bæði, og báðu ferðirnar var tað Sørin Petersen, sum skoraði. Dysturin var bert tveir minuttir gamal, tá hann royndi seg langt útifrá, og bólturin sat í netinum. Ein góð byrjan, og eitt korter seinni økti Sørin til 2-0, tá rangstøðufellan hjá vágamonnum miseydnaðist.
Leiðslan kundi verið størri í fyrra hálvleiki, sum KÍ átti, men í seinna hálvleiki slakaði heimaliðið, sum kortini fekk fleiri tilboð afturat, sum ikki góvu úrtøku, tí menn fóru at gera spælið torførari enn neyðugt.
Og tað dugdi Eyðfinn Fjallsbak at revsa. Seinni hálvleikur var 20 minuttir gamal, tá FS Vágar fekk fríspark stutt uttan fyri KÍ-brotsteigin. Eyðfinn Fjallsbak hevur fyrr í ár víst, at hann er vandamikil, tá fríspørk skulu takast, og hesaferð sendi hann bóltin upp um manngarðin og í málið til 2-1.
Og nú fór at ganga skjótt millum málini. Tveir minuttir eftir at FS Vágar hevði minkað, legði Poul Juul Wilhelmsen KÍ fram um 3-1, men bert fýra minuttir seinni svaraði Hannus Olsen aftur fyri vágamenn.
Men Ove Nysted og KÍ fingu seinasta orðið og vunnu 4-2.
KÍ hevur gott fólk í 2. deild, men útlit eru til, at fleiri av monnunum fara at fella frá. 1. deildarliðið fekk tvey reyð kort sunnudagin, og toppskjúttin Sørin Petersen fer til skips, so tað kann gerast torført hjá klaksvíkingum at varðveita oddasessin í deildini. Hinvegin kemur Høgni Kastalag heim úr Danmark í næstum, so har kann styrkur vera at heinta.