Fult av fólki varð møtt á borgarafundi í Giljanesi í gjárkvøldið, har ætlanin at leggja Miðvág og Sandavág saman í eina kommunu, var til umrøðu.
Men spurningurin er, um tey vóru stórt klókari, tá ið tey fóru avstað aftur.
Spurningarnir fuku um oyruni á borgarstjórunum í báðum bygdunum, men tað var ikki lætt at geva svar upp á teir nógvu spurningarnar, tí enn er lítið ítøkiligt at tosa um.
Eitt fundarfólk helt turrisliga fyri, at fløkjan bleiv bara størri fyri hvørja ferð, onkur reisti seg upp at spyrja.
Men kanska var ikki so lætt at svara, tí borgarstjórin í Miðvági, Napolion Magnussen og Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági løgdu bæði dent á, at endamálið við fundinum var at kunna um vegleiðandi fólkaatkvøðuna, sum skal vera í bygdunum báðum um kommunusamanlegging saman við løgtingsvalinum 19. januar.
Lítið kjøt á
Sostatt var lítið ítøkiligt at tosa um enn og nógvir fundarluttakarar fýltist á, at so lítið kjøt var á.
Hinvegin tóku tey flestu, sum høvdu orðið, undir við, at kommunur í Vágum leggja saman, men tey gjørdu eisini greitt, at tey vildu hava okkurt meiri ítøkiligt at taka støðu til.
Á fundinum var Eyðun Christiansen í Kommunufelagnum og greiddi frá lógarverkinum í sambandi við kommunalt samstarv.
Men tey høvdu eisini fingið Hans Marius Foldbo, borgarstjóra í Gøtu at greiða frá vælsignilsunum við kommunusamanlegging, nú Gøta og Leirvík hava gjørt av at leggja saman.
Og borgarstjórin í Gøtu dugdi bara at síggja fyrimunir við at leggja Gøtu og Leirvík saman.
Hann helt, at ein størri kommuna var ein fortreyt fyri at fáa eina vælvirkandi umsiting og síðani Leirvík og Gøta løgdu saman, var tað heldur ikki torført at fáa vælskikkað starvsfólk til kommununa.
- Vit ivast ikki í, at nú, vit hava lagt saman, verða vit betri før fyri at veita borgarunum eina betri tænastu.
Ein samanlegging millum Gøta og Leirvík, gevur eisini kommununi ein meiri fjøltáttað vinnulív og sostatt verður ikki so viðbrekin, kemur hóttafall aftur í búskapin. Samanleggingin gjørdi eisini, at tað slapst undan, at báðar kommunurnar gjørdi sama slag útbyggingar.
Hann helt eisini, at tann samanlagda kommunan verður sjónligari í landspolitikki og verður betri før fyri at bjóða seg fram.
Ber væl til
Hesum var borgarstjórin á Eiði, Tordur Niclasen, ikki heilt samdur í. Hann helt ikki, at nakað talar fyri, at størri kommunur eru bíligari at umsita enn smærri kommunur.
Borgarstjórin á Eiði segði, at enn visti ongin, hvørji málsøki fara at verða løgd undir kommunurnar at umsita og verður nakað lagt undir kommunurnar, fara pengar sjálvandi at fylgja við.
Hann heldur, at tá ið greiða er fingin á ábyrgdarbýtinum ímillum land og kommunu, kunnu kommunurnar taka endaliga støðu.
Hann segði, at tað var ikki neyðugt at hava eina stóra kommunu fyri at veita borgarum eina góða tænastu, tí á Eiði er bæði nýggjur skúli, ítróttarhøll, sparikivøllur, fótbóltsvøllur, eldrasambýli, sløkkilið, góða havn, sum nú verður bygt út, dagrøkt og um nakrar mánaðir eisini barnagarð, o.s.fr.
Eitt fundarfólk svaraði aftur, at var Eiði saman við øðrum bygdum í eini størri kommunu, høvdu tey verið fleiri um at betalt.
Bíða eftir sørvingum
Á fundinum varð nógv tosað um at í Sørvági verður ikki fólkaatkvøða á hesum sinni um samanlegging og tað vóru nógv fundarfólk, sum róðu framundir at bera so í bandi, at øll oyggin verður løgd saman í eina kommunu og at Miðvágur og Sandavágur skuldi bíða eftir sørvingum.
Summi vildu eisini bíða við fólkaatkvøðu í Miðvági og Sandavági til Sørvingar eisini vóru til reiðar við fólkaatkvøðu.
Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at Sørvágs Bygdaráð er sinnað at hava fólkaatkvøðu seinni í ár og tað vóru fleiri fundarfólk, sum vístu á týdningin av, at øll oyggin stóð saman.
Borgarstjórin í Miðvági og Sandavági vístu á, at ætlanin var avgjørt ikki at útihýsa sørvingum, so kemur ynski hagani um at leggja saman, skuldu tey vera vælkomin.
Tey løgdu eisini dent á, at endalig støða verður ikki tikin til samanlegging fyrrenn ein fólkaatkvøða hevur verið afturat um ein ítøkiligan samanleggingarsáttmála.
Endamálið við fólkaatkvøðuni 19. januar er einans at fáa myndugleika frá fólkinum at arbeiða víðari við samanleggingini, men tað verður ongin samanlegging, fyrrenn fólkaatkvøða hevur verið um ein ítøkiligan sáttmála.
Fundarfólk vóru eisini altráð eftir at vita, um kommunustýrini ætlaðu at fylgja niðurstøðuni av fólkaatkvøðuni.
Borgarstjórin í Miðvági legði dent á, at talan er um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, men hann dugdi ikki at hugsa sær, at bygdaráðini ikki fóru at fylgja úrslitinum.
Men spurdur nærri ásannaði hann tó, at hann ivaðist í um bygdaráðini í Miðvági og Sandavági fóru at seta seg hendur í favn, skuldi tað hent, at fólkið í báðum, ella aðrari bygdini, søgdu nei til samanlegging, tí so væntaði hann, at tey fara at royna at finna eitt nýtt upplegg, sum borgararnir kanska fóru at góðtaka.