Vágamenn gleða seg til komandi ár

Spælaratilfarið er nógv, og málið er hægri enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini

FS Vágar?B71

Leygardagin vann FS Vágar 3?1 á heimavølli ímóti B71. Sandoyingar vóru ikki so væl mannaðir. Verjan var næstan burtur. Bergleif Sólsker var ikki við, Jógvan Jón Petersen var leikbannaður, og Ib Mohr Olsen var burturstaddur. Páll á Reynatúgvu hjálpti til, og hóast teir ikki vóru so væl fyri, so skulu sandoyingar hava rós fyri, at teir royndu at spæla fótbólt.
At FS Vágar skuldi vinna øll trý stigini varð avgjørt tíðliga í 1. hálvleiki. Vlad Osipov skoraði tvey mál, og uppskriftin var tann sama í báðum førum. Sjúrður Ellefsen, sum rættuliga hevur fingið luft undir veingirnar á høgra vongverjanum, streyk ígjøgnum og spældi flatt og skrátt aftur eftir og so var mál.
Í 2. hálvleiki økti Jack Johansen til 3?0. Vlad Osipov fór ígjøgnum í vinstru, og Jack Johansen var klárur við aftara stólpan. Silva misnýtti brotsspark, men heimasigurin var ongantíð í vanda.
Ótroyttiligi Eli Hentze minkaði um munin í síðstu løtu. Hann kom ímillum í uppspælinum hjá heimaliðnum, og so beyð ikki bøtur.

Gleða seg
Albert Ellefsen er venjari hjá FS Vágum, og hann ásannar, at hóast tað teoretiskt framvegis ber til at kiksa uppflytingina, so verður FS Vágar aftur í 1. deild komandi ár.
? Vit gleða okkum, og vit miðja hægri, enn vit áður hava gjørt. Vit hava spælarar til at vera við á hægri støði enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini. Vit fara at varðveita fólkið, sum vit hava, og tað eru onkrir aðrir, sum hava sýnt áhuga at hjálpa okkum. Men enn er tað ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um hetta.
Albert Ellefsen sigur, at teir hava tólv spælarar, sum eru millum 19 og 22 ár, og á liðnum eru sjey ungir spælarar, sum hava spælt saman í nógv ár.
Fimm útlendingar hava verið í Vágum í ár. Tað er bara loyvt at hava fýra útlendingar á liðnum, men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki. Toppskjúttin, Clayton Soares, hevur verið skaddur síðani summarsteðgin. Eitt liðband í fótbliðnum slitnaði í summar.
Leygardagin fer FS Vágar til Runavíkar. Tað eru góðir møguleikar fyri, at uppflytingin tá verður staðfest. Ivaleyst eru tað fleiri har vesturi, sum vilja vera eygnavitni til uppflytingina.