Tað er ein øgiligur hugur hjá gentunum í Vágum at taka lut í kappróðri. Á norðoyarstevnu var størsta kappingin tann millum 5?mannafør við gentumanning. Seytjan bátar vóru við í róðrinum, og ikki færri enn fimm manningar komu úr Vágum.
Vágabátarnir gjørdu rættuliga um seg. Nýggi báturin í Miðvági, Frúgvin, vann, og Beinta úr Miðvági gjørdist næstfremst.
Kappingin stóð bara um næstfremsta plássið. Beinta var drúgvast í tí kappingini, men Ørnin úr Sandavági gav Beintu ein skarpan gang.
Um fyrsta plássið var eingin kapping seinnapartin av eitt túsund metra teininum. Frúgvin var leys av hinum bátunum, tá tær vóru komnar inn á hálva Kósabrúnna, og á málinum vóru tær so langt frammanfyri hinar bátarnar, at tað bara kann sammetast við fleiri at sigrunum, sum teir umborð á Eysturoyingi vunnu í fjør og í fyrraárið.
FS Vágar
So nógv fólk vóru og tóku ímóti kappróðrarbátunum í Miðvági, sum tað ongantíð áður hava verið, sigur Pernille Krogh, sum er bátsformaður umborð á vinnarabátinum.
Ørnin, sum undanfarnu árini hevur vunnið so nógv, fór til Sandavágs, men Miðvágur eigur eitt sindur av manningini umborð á Ørnini, og tað er ikki frítt, at tey í Sandavági eiga eitt sindur umborð á bátunum úr Miðvági:
? Umborð á Ørnini er róðursmaðurin tann sami, meðan allar tær, sum rógva, eru nýggjar. Vit eru tríggjar, sum áður hava róð við Ørnini, tvær hava róð við Súluni og tvær hava áður róð við Lómi av Argjum, sigur bátsformaðurin á Frúnni. Seks okkara búgva í Miðvági, og ein býr í Sandavági.
Miðalaldurin umborð á Frúnni er umleið tjúgu ár. Tann elsta er 27, men fleiri av hinum eru 17?18 ára gamlar.
Umborð á Beintu er róðursmaðurin 20 ára gomul, ein er 19 ára gomul, og hinar eru 16?17 ára gamlar. Fýra eru úr Sandavági, og tríggjar eru úr Miðvági. Fýra av teimum umborð á Beintu hava verið við í eitt ár, og tríggjar eru komnar umborð í ár. Bátsformaður er Ragnhild Olsen:
? Sørvágsbátarnir venja nú eisini í Miðvági. Vit venja ofta í senn, men higartil hava vit ikki róð móti hvørjum øðrum undir venjing. Okkara kapping er fyrst og fremst við Ørnina. Frúnna tykist tað vera torført at gera nakað við. Tær umborð á Ørnini hava spælt hondbólt í vetur, so tær hava ikki vant so nógv sum vit. Tí rokni eg við, at tær far at verða drúgvar seinni í summar.ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????