Fyrstu tríggir fjórðingarnir av greinini eru samanumtøka av valúrslitinum og meting av, hví tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi. Hesum partinum kann eg taka fult undir við.
Vágafólk vístu týðiliga politisku flokkunum, at til komandi løgtingsval fer veljarin í Vágum ikki at lata atkvøður til teir flokkar, sum vilja leggja alla landsins orku niður í Mið-Føroyum og harvið lata oyggjarnar uttanum doyggja burtur.
Fleiri hugleiðingar um hetta evni fara at koma í komandi tíð, tí ikki meira um hetta á hesum sinni.
Neyðarsemjan
Men tá Aage so ger niðurstøður burturúr atkvøðugreiðsluni um neyðarsemjuna ? tær 20 milliónirnar í grunn -, so fái eg ikki longur verið samdur við hann.
Aage veit væl, at orsøkin til at málið um fasta sambandið um Vestmannasund aftur kom fram í ljósið, er fyrst og fremst at takka politisku valfeløgunum í Vágum. Aage fekk at vita um fyrsta fundin, sum feløgini skipaðu fyri, frá nevndarlimi í Vága Javnaðarfelag. Hann fekk soleiðis høvi at vera við á fundinum uppá okkara konto. Hevur hann hug at taka lut í tí arbeiði, sum feløgini gera í felagsskapi uttan fyrst og fremst at hugsa um egin floksáhugamál, so skal hann bara siga okkum frá, tí neyvan fær hann boð frá »sínum egnu«. Fyri okkum er tað ikki spurningur um politiskan lit, men málið, Fasta Sambandið, sum er avgerandi.
Er Sv. Aage nøgdur?
Men er Aage eins og umboðini úr Vágum á tingi og landsstýri nøgdur við viðferðina, samgongan gav hesum máli, so má eg tíverri siga, at lítil vón er um, at Aage fer at gera nakra nyttu í bardaga okkara at liva og virka her vesturi í Vágum í framtíðini.
Tær 20 milliónirnar í grunn høvdu bara eitt endamál, og tað var at kasta torvmold í eyguni á vágafólki, so friður fekst at halda fram í samgonguni eina tíð fram.
Vórðu vaktir
úr søtum svøvni
Sannleikin er, at aftaná at hava sovið søtan í mong Harrans ár, ja, líka síðan Helena fekk steðgað arbeiðinum uppá undirsjóartunnilin undir Vestmannasund, vaknaðu sambandsmenninir og fólkafloksmaðurin í Vágum. Teir vórðu kroystir til at fylgja politisku feløgunum og vinnufelagnum í oynni. Tá so feløgini fingu Sámal Petur í Grund at lukta møguleikan, so var svøvnurin oyðilagdur av álvara.
Tí kom tað sjálvsagt illa við hjá hesum monnum, at løgmaður og samgonga teirra als ikki tók undir við ætlanini um fasta sambandið. Tað gjørdist enntá ein katastrofa, at løgmaður við júst hesum málinum sum páskoti setti Sámal Petur úr starvi. At støðan hjá Vága umboðunum nú gjørdist ræðulig er einki at siga til. Feløg teirra kravdu teir at taka stuðulin til samgonguna aftur, um byggingin ikki fór í gongd. Tá er tað, so vítt, eg havi frætt, Ivan Johannesen, landsstýrismaður, sum kom við tí forloysandi uppskotinum at finna einar 20 milliónir at seta í grunn, sum løgmaður ? evsti mótstøðumaður av ætlanini ? skuldi umsita.
Tekur undir við samgonguni?
Tekur Sv. Aage Ellefsen, eins og valdu umboð okkara her vesturi undir við samgonguni í hesum máli, so vita vit, hvat kann væntast haðani.
At hann so í sama andadrátti ger ta niðurstøðu av atkvøðugreiðsluni um hetta níðingsuppskot móti vágafólki, at teir løgtingslimir, ið ikki greiddu atkvøðu fyri tí, eru í móti fasta sambandinum, sigur okkum so mikið, at heldur ikki hann tekur vágafólk fyri fult.
Vágafólk nyttar ikki at lumpa
Nei, Sv. Aage Ellefsen, fólkatingsvalið eigur at fáa politisku flokkarnar at ásanna, at vágafólk nyttar ikki at lumpa. Vilja politisku flokkarnir, sum vágafólk, at tað eisini skal vera livandi uttanfyri Tórshavn, so skulu teir taka annað skinn um bak.
Brúk fyri samgongu, sum ásannar,
at ein verð er uttanfyri Suðurstreym
Svikalógir sum hon um grunnin hjá Ivan og Edmundi binda ikki saman Streymoy og Vágar. Fasta sambandið um Vestmannasund verður fyrst veruleiki, tá ein samgonga av politiskum flokkum, sum ynskja lívsmøguleikar eisini uttanfyri Suðurstreymoy, finna saman og seta arbeiðið í gongd.
Ikki partapolitikkur
Av tí at vit enn virka í felag í hesum máli ? tey politisku feløgini í Vágum ? og vit enn halda, at málið hevur tað best, um vit ikki hvør í sínum lagi royna at heysta partapolitiskan vinning, so leggi eg skrivingina niður fyri fyrst.
Men sum sagt frammanfyri, er tað veruligur hugur hjá m.a. Sv. Aaga Ellefsen at medvirka til, at veruligt úrslit kemur burturúr ætlanini um fasta sambandið um Vestmannasund, so skal eg, um hann ynskir tað persónliga siga honum frá, tá næsti fundurin verður, t.d. tann við løgmann.
Her er talan um eina rødd úr Vágum og ikki undanstøkkingar.