aftur fáa ein republikanara til valdið. TANN demokratiski Al Gore vísir afturímóti á týðandi spurningar um umhvørvi og týdningin at fáa øll við í ta vælferð, sum tann stóri búskaparligi vøksturin undir Bill [...] dag. Tann høgrasinnaða pressan roynir sjálvandi at brúka Clinton og Levinsky-gøluna ímóti honum. Hóast Al Gore einki hevur við hesa at gera, so er tað lættari, enn at rósa demokratunum fyri tann góða búskapin [...] demokratisku tilvitanina í USA, sum jú er flaggskipið hjá demokratiska Vesturheiminum. HØVUÐSVALEVNINI, Al Gore og George Bush, eru tilnevnd, og vit hava frætt meira um, hvat teir standa fyri. Ikki tí, tey
teir tapa, kann talan gerast um aldutal. B68 hongur framvegis í toppinum. Aftur hesa ferð gekk long tíð, áðrenn teir megnaðu at koma framum og samstundis at halda tætt, men allir sigrar telja eins nógv. [...] Lykladystirnir í botnstríðnum eru innanhýsis uppgerðirnar millum tey trý liðini, sum eru nógv aftast. Tann fyrsta verður á skránni komandi sunnudag, tá sumbingar vitja í Sørvági. Um tað fer at eydnast hjá
helst er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn gomlu dygdir hansara aftur koma til sjóndar. So er bert hjá HB viðhaldsfólkunum at vóna, at hetta verður í nóg góðari tíð til at tryggja meistaraheitið. Verður [...] fyri HB liðið. Er týdningurin av Rúna stórur, so hevur Allan Mørkøre enn ikki prógvað, at hann er tann styrkurin fyri liðið, sum áskoðararnir høvdu væntað og vónað. Møguliga er tað knæskaðin og harav væntandi
ir renna marathon tilsamans, um teir fullføra allar kappingarnar. Vinnarin verður so tann, ið hevur nýtt minst tíð til samlaða teinin. F. M. Í Hálvum Marathon í Havn 19 august Menn 1. Guttorm Sørensen
oynni eisini, tá virksemið har kemur í gongd. Men sum er, er støðan tann margháttliga, at skuldi Gistingarhúsið verið stongt eina tíð, skuldi tað avgjørt verið ta tíðina, vanliga verður nevnd háárstíð. [...] tiltøkum sum eitt nú útferðum, tí tá vistu tey, at her var nóg mikið av fólki at fara við. So varð tann rutan avhøvdað av politiska myndugleikanum, og við henni hvarv ein heilt stór inntøkukelda hjá Gi [...] dømis. Soleiðis fyri tey, sum eru vorðin eitt sindur ov tilkomin til at fara í diskotek í TB húsinum. -Tann møguleikin er avgjørt til staðar, sigur Uni Mortensen, sum metir, at suðringar eins og onnur fólk
2000 er eitt gott høvi at lýsa farna tíð, samstundis sum gingið verður inn í tað nýggja. Tær báðar fyrstu upptøkurnar, ætlar Zacharias, skulu gerast í Suðuroy, meðan tann triðja verður í syðra enda á Kallsoynni
sjeyndu millión lægri í fjør í mun til árið fyri. Hetta kemst partvís av at Skálafjarðarleiðin, sum er tann leiðin, ið gevur lutfalsliga størsta undirskot í mun til inntøkurnar, lá still ein góðan part av 1999 [...] fyri framtíðarkostnaðin, og at vit ikki uppliva fleiri ár sum 1998, tá nógv gekk fyri innan stutta tíð, sigur Reidar Nónfjall. Nýggj skip hjálpa Við nýggjari Sandoyarferju, sum nú verður bygd, og við nýggjari
upp á at selja »eksklusivar« ferðir. Men hon vil fegin til einahvørja tíð kunna bjóða tí einstaka kundanum, sum ynskir eina slíka, tann møguleikan. Lydia Etscorne sigur, at skrivstovan er opin frá klokkan [...] avgreiðast gjøgnum telefon ella noyðast norður til Havnar. Bara tað at sita andlit til andlits við tann, sum avgreiðir teg, gevur kundanum eina kenslu av at vera við og hava stýr á tí, sum hendir. Hesar
Norðurlendski Mentanargrunnurin hevur 25 mió. kr. at býta út árliga. Útbýtingin fer fram tann 15. mars og tann 15. september. Seinastu trý árini hava føroyskar umsóknir verið játtaðar góðar 350.000 kr [...] , meðan tey fimm størru londini framhaldandi varðveita sínar tveir limir. Málið varð reist í síni tíð av Harriet Andersson av Álandsoyggjunum, Lise Lenerth úr Grønlandi og Signari á Brúnni úr Føroyum.
so ikki loysingina longur enn tey fýra árini. Trupulleikin við øllum hesum hurlivasa er stutt sagt tann, at landsstýrið torir ikki at taka av tí, teir hava biðið um. Teir hava biðið um loysing - teir fáa [...] fáa loysingina - men teir tora ikki at taka av, tí allar fortreytirnar, sum teir hava brúkt almenna tíð og almenna pengar til at billa Føroya fólki inn fóru at halda, tær halda ikki. Teir hava júkað um,