Nýggj ferðaskrivstova í Vági

Lynn Flog er navnið á nýggju ferðaskrivstovuni, sum latin er upp í Vági. Skrivstovan selur ferðaseðlar um allan heim umframt pakkaferðir og aðrar ferðir

Vágur: Suðringar sleppa nú undan at fara til Havnar at fáa persónliga tænastu í samband við ferðaseðlasølu. Ferðaskrivstovan Lynn Flog í Vági kann lata teimum somu tænastur, sum líknandi skrivstovur aðrastaðni gera.

Lydia Etscorn í Vági lat fyrr í mánaðinum upp ferðaskrivstovuna Lynn Flog, sum heldur til oman fyri vegin innanvert Skipasmiðjuna í Vági. Hetta er ferðaskrivstova á hædd við slíkar skrivstovu aðrastaðni í heimi. Her ber til at keypa flogferðaseðlar kring allan heim. Um ein sumbingur skal út at sigla og skal mynstra í Hong Kong, kann hann fara inn á skrivstovuna í Vági og fáa ferðaseðilin avgreiddan úr Sumba til Hong Kong.

Lydia Etscorn metir, at tað eigur at vera ein fyrimunur hjá suðringum at fáa persónliga avgreiðslu í Suðuroy heldur enn at skula avgreiðast gjøgnum telefon ella noyðast norður til Havnar.

Bara tað at sita andlit til andlits við tann, sum avgreiðir teg, gevur kundanum eina kenslu av at vera við og hava stýr á tí, sum hendir.

Hesar allarfyrstu dagarnar hevur tó verið neyðugt hjá Lydiu at fáa ferðaseðlarnar skrivaðar út í Havn ella í Vágum. Men hetta kemur nú heilt skjótt upp á pláss. Tá Lydia hevur verið á skeiði í Danmark at læra seg at nýta hesar skipaninar, fer hon sjálv at útskriva ferðaseðlarnar í Vági, so kundin fer avstað aftur við endaliga ferðaseðlinum í hondini.

Lydia Etscorn sigur, at hon hevur avalu við Atlantsflog um ferðaseðlasølu. Men hon selur tó ferðaseðlar fyri onnur flogfeløg, sum til dømis Maersk Air, eisini. Enn er tó eingin avtalað gjørd um skipsferðaseðlar, eitt nú við Smyril Line, sigur hon. Men hon vónar, at tað kann gerast eisini. Fyribils verður arbeitt eftir bíleggingarskipanini hjá Atlantasflog, sigur hon.

Lydia Etscorn sigur, at hon hevur verið uttanlands og leitað eftir hotellum, sum hon kann standa inni fyri at senda fólk til, um tey ynskja eina pakkaferð uttan fyri vanligu charterferðirnar. Men sjálvandi selur hon eisini charterferðirnar fyri stóru ferðafeløgini, sum vit vanliga kenna, sigur hon.

Hon sigur, at hon hevur valt eina serliga hotelketu, har hon aftur hevur valt tíggju hotel burturúr. Hetta eru fýrastjørnað hotel, sum veita bestu tænastu, tú yvirhøvur fært á hotelli, sigur Lydia.

Meginparturin er á Kanarisku Oyggjunum, sigur hon. Serliga er tað Lanzarote, hon hevur valt sær sum ferðamál. Tað er greitt, at hesar ferðirnar kosta eitt sindur meira enn tær vanligu charterferðirnar. Men so kann ein eisini vera heilt vísur í at fáa tað, ein hevur biðið um og goldið fyri, vísir hon á.

Lydia Etscorn sigur, at hon byggir ikki fyritøkuna beinleiðis upp á at selja »eksklusivar« ferðir. Men hon vil fegin til einahvørja tíð kunna bjóða tí einstaka kundanum, sum ynskir eina slíka, tann møguleikan.

Lydia Etscorne sigur, at skrivstovan er opin frá klokkan 10.00 fyrrapart til klokkan 16.00 seinnapart. Men um ringt verður til skrivstovuna uttan fyri avgreiðslutíð, verður stillað um. So hon er altíð at hitta, sigur hon.