Guttorm Sørensen FM-vinnari í hálvum marathon

21 rennarar høvdu hættað sær undir tann 21 kilometra langa teinin, og ikki óvæntað vann Guttorm Sørensen frammanfyri Signar Røsvig

Guttorm Sørensen tók seg 10 sekund framum Signar Røsvig, tá bara fimm kilometrar vórðu lagdir afturum bak, og hesa leiðsluna helt hann heilt á málstrikuna. Guttorm ognaði sær sostatt føroyameistaraheitið, 8 sekund frammanfyri Signar á øðrum plássi.

Dystin um triðja plássið vann Cecil Weihe frammanfyri Sølva Reinert Hansen og Niels Jákup Jakobsen, sum kom inn á fjórða plássi. Cecil legði hart út, og hann megnaði at halda fast um triðja plássi.

Hjá kvinnunum vann Rigmor N. Joensen ikki óvæntað. Bara tvær kvinnur luttóku, og hin var Brindis Weihe. Tíðin hjá Rigmor var hálvanannan minutt betri enn besta tíðin á oyggjaleikunum seinast. Bæði Rigmor og Guttorm vunnu eisini føroyameistaraheitið í hálvum marathon í fjør.

Henda kappingin var samstundis ein partur av Daewoo Marathon kappingini, har luttakararnir renna marathon tilsamans, um teir fullføra allar kappingarnar. Vinnarin verður so tann, ið hevur nýtt minst tíð til samlaða teinin.


FM í hálvum marathon í Havn 19. august


Menn


1. Guttorm Sørensen Treysti 1 t. 16 min. 18 sek.

2. Signar Røsvig Bragdið 1 t. 16 min. 26 sek.

3. Cecil Weihe Bragdið 1 t. 20 min. 45 sek.

4. Niels Jákup Jakobsen 1 t. 22 min. 51 sek.

5. Sølvi Reinert Hansen 1 t. 24 min. 2 sek.

6. Sigurð Justinussen 1 t. 25 min. 22 sek.


Kvinnur


1. Rigmor N. Joensen Bragdið 1 t. 24 min. 49 sek.

2. Brindis R. Weihe Bragdið 2 t. 4 min. 10 sek.og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.

Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!

jh