Lagt er upp til spennandi endaspurt

Lykladystir í toppinum og í botninum eru á skránni komandi vikurnar, sum eisini fara at bera dám av altjóða uppgávum hjá feløgunum og fyrsta HM undankappingar dystinum

Tað er møguleiki fyri, at avgerðin um, hvør skal vinna FM, kemur nógv nærri komandi vikuskifti. Men tað kann eisini vera, at tað so at siga verður eldur í toppinum, tá fjúrtanda umfarið er farið afturum.

Í trettanda umfarinum vann HB lættan sigur á heimavølli móti einum av botnliðunum. B68 hevði tað strevið á Sandi, men teir fingu trý stig og megnaðu harvið tað, sum skal megnast, um hugsningur skal vera um oddasess.

VB heilkiksaði í Runavík. Vágbingar høvdu í hesum umfarinum bara oddasessin til láns í eina viku. Nú er HB aftur fremst.

Í Runavík kendist tað eina løtu sum um VB, ið hevði havt gott tak á sær sjálvum og málskjótingini hjá mótstøðumonnunum í 1. hálvleiki, skuldi fullkomuliga missa takið í 2. hálvleiki. Teir mistu takið á mótstøðumonnunum. Frustratiónirnar vóru í 2. hálvleiki sjálvandi stórar hjá VB fólki á og kring vøllin.

Ta eina løtuna gjørdu teir fleiri fríspørk inni á vøllinum, og møguleikin tóktist nærkast, at Niklas á Líðarenda fleiri ferðir skuldi fara í lumman. Harvið lá í luftini, at fleiri av vágbingunum skuldu gerast leikbannaðir næstu ferð. Tíbetur fyri teir og spenningin í landskappingini, so komu ikki fleiri kort. Tað kendist sum um teir í VB ásannaðu, at tað var einki at gera í Runavík. VB hevði tapt, og so ráddi um at fáa tíðina at ganga í staðin fyri at royna at venda óvendandi gongd og kanska leypa framav.

Sunnudagin fáa vágbingar vitjan av HB. Tað verður spennandi. Úrslitið fer at hava stóran týdning fyri gongdina í landskappingini. Um HB vinnur í Vági, so styrkja teir so nógv um sínar møguleikar at vinna FM, at tað skulu fleiri umfør at fáa teir aftur. Hjá vágbingum verður talan um týdningarmesta dystin á árinum. Um teir vinna, hava teir beinanvegin vaskað stórtapið í Runavík av sær. Um teir tapa, kann talan gerast um aldutal.

B68 hongur framvegis í toppinum. Aftur hesa ferð gekk long tíð, áðrenn teir megnaðu at koma framum og samstundis at halda tætt, men allir sigrar telja eins nógv. Fyri toftamenn fer tað at koma best við, um VB og HB komandi sunnudag spæla javnt í Vági. B68 fær vitjan av KÍ. Klaksvíkingar plaga at standa seg væl á Svangaskarði, og tað verður aftur strevið hjá B68. Men teir kenna treytirnar. Um B68 skal hugsa um at halda seg í nánd av oddasessinum og harvið møguleikanum at vinna fyrsta FM síðani 1992, so skulu teir hava trý stig móti KÍ.


Fleiri toppdystir á skránni

Støðan eftir trettanda umfarið boðar frá, at tríggir toppdystir, sum fara at hava sera stóran týdning fyri, hvar FM heitið fer at enda, eru á skránni næstu vikurnar. Umframt VB?HB komandi sunnudag er talan um B68?HB í triðji síðsta umfarinum, sum verður 17. september, og so í næstsíðsta umfarinum, tá B68 fer til Vágs.

Umframt toppdystirnar verða fleiri aðrir spennandi dystir á skránni, har tað kann roknast við, at toppliðini verða noydd at vísa alt sítt kynstur fyri ikki at snáva. Her verður t.d. hugsað um, tá B68 um knappar tríggjar vikur skal til Runavíkar at spæla móti NSÍ, sum hevur sett met við at spæla seks dystir á rað uttan at tapa og við at vinna fýra ferðir á rað.

Fyri oddastríðið verður tað eisini spennandi, um GÍ, sum misti sín síðsta møguleika í Klaksvík, megnar at toga seg upp, tá teir skulu til Havnar at spæla móti HB. Vit fáa eisini at síggja, um B36 við sigrinum í Sumba hevur vent gongdini so mikið, at teir kunnu arga HB í næstsíðsta umfarinum.

Dystirnir millum KÍ?B36 og B68?GÍ eru altíð spennandi, so alt í alt kunnu vit rokna við, at talan verður um spennandi endaspurt á hesum kappingarárinum.


Lykladystir í Sørvági og á Sandi

Tað er ikki so langt síðani, at NSÍ ikki var so langt frá botninum. Teir hava tikið seg við ferð móti toppinum, og tað er ikki ómøguligt, at NSÍ fer at røkka fjórða plássinum og harvið plássi í Intertoto Cup. Hetta var málið, sum teir settu sær undan kappingarárinum.

Sumba, B71 og FS Vágar tapa hvørja ferð. Alvíkavæl tykist tað, sum um munurin millum B71 og liðini omanfyri er minni, enn hann er frá millum hini botnliðini og fremru liðini. Støðutalvan sigur kortini, at sandoyingar framvegis eru í niðurflytingarvanda.

Lykladystirnir í botnstríðnum eru innanhýsis uppgerðirnar millum tey trý liðini, sum eru nógv aftast. Tann fyrsta verður á skránni komandi sunnudag, tá sumbingar vitja í Sørvági. Um tað fer at eydnast hjá vágaliðnum at vinna, so verður tað meiri enn torført hjá sumbingum. 10. september skulu sumbingar til Sands, og um teir tapa báðu ferðirnar, so verður greitt, at steðgurin hjá teimum í bestu deildini er av á hesum sinni. Men sumbingar hava eisini møguleika fyri tær báðu næstu ferðirnar at spæla seg úr botninum. Avrikið hjá Sumba á heimavølli móti B36 var ikki sannførandi, men á Svangaskarði næstsíðsta sunnudag vístu teir, at møguleikin fyri, at teir kunnu vinna á útivølli móti hinum botnliðunum er ikki burtur.


Altjóða uppgávurnar

Næstu vikurnar eru tríggir altjóða dystir á skránni. Hóskvøldið verður punktum sett fyri Europa Cup luttøkuna hjá B36 á hesum sinni. AB telist millum oddaliðini í Danmark, og í árstalsfelagnum mugu teir vóna, at tað er satt, tá teir í AB í donskum fjølmiðlum siga, at teir fara eina hugnaferð til Føroya. B36 tapti næstsíðsta hóskvøld 8?0 í Gladsaxe.

GÍ hevur áður gjørt ein stóran vørr í Svøríki. Tað var tá teir ein fittan part av tíðini høvdu Trelleborg á krókinum. Ta ferðina høvdu teir tapt 1?0 á heimavølli. Hesa ferð er útgangsstøðan eitt sindur truplari. Undanroyndin hjá GÍ í Klaksvík var einki serlig, og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.

Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!

jh