Í grunninum hava sitið 11 limir; tveir fyri hvørt limalandið og síðani hevur ein limur sitið fyri tey trý sjálvstýrandi londini, ávikavist Áland, Grønland og Føroyar, sum sostatt hvør høvdu sítt umboð í grunninum triðja hvørt ár.
Broytingaruppskotið hevur við sær, at nevndin í Mentanargrunninum verður víðkað úr 11 til 13 limir. Sambært álitinum skulu Norðurlandaráðið og Ráðharraráðið velja hvør sínar fimm limir úr limalondunum. Samsvarandi hesum verður tiltakslimur valdur fyri hvønn limin. Á líknandi hátt verða tríggir limir valdir fyri ávikavist Føroyar, Grønland og Áland. Føroyska umboðið saman við tiltaksliminum verða vald annaðhvørt ár av Norðurlandaráðnum og annaðhvørt ár av Ráðharraráðnum. Grønland og Áland hava fingið eina líknandi skipan.
Henda broyting hevur við sær, at Føroyar nú fáa 1 fastan limasess í nevndina fyri Norðurlendska Mentanargrunnin, meðan tey fimm størru londini framhaldandi varðveita sínar tveir limir.
Málið varð reist í síni tíð av Harriet Andersson av Álandsoyggjunum, Lise Lenerth úr Grønlandi og Signari á Brúnni úr Føroyum. Jóannes Dalsgaard hevur sitið sum føroyskur limur triða hvørt ár, og hann hevur virkað fyri málinum hvørja ferð umstøður hava verið til tess.
Føroysku limirnir í Norðurnevndini hjá Norðurlandaráðnum eru Jógvan við Keldu, sum er í bólki við teimum konservativu, og Dan R. Petersen, sum situr í javnaðarbólkinum. Tað hevur havt serliga stóran týdning fyri gongdina í málinum, at føroysku umboðini hava havt høvi til at gera ávirkan sína galdandi í politisku bólkum sínum. Í dag taka norðurlendsku mentamálaráðharrarnir, samstarvsráðharrarnir og eisini limirnir í sjálvum Mentanargrunninum undir við broytingaruppskotinum.
Um alt gongur eftir ætlan verður álitið góðtikið av Norðurnevndini á fundi í september mánaði. Síðani skal Ráðharraráðið leggja uppskotið fram á ársfundinum hjá Norður-landaráðnum, sum verður í Reykjavík í november, og verður endaliga avgerðin tikin har.
Formaðurin í Norðurlendska Mentanargrunninum, danski fólkatingslimurin Søren Hansen (Jvf.), segði um hetta aftaná fundin í Torneå, at ?Tit kunnu nú fara glaðir heim, tí hetta er ein stórur sigur fyri Føroyar.?
Norðurlendski Mentanargrunnurin hevur 25 mió. kr. at býta út árliga. Útbýtingin fer fram tann 15. mars og tann 15. september. Seinastu trý árini hava føroyskar umsóknir verið játtaðar góðar 350.000 kr. í miðal. Hetta svarar til 103.000 kr. í miðal til hvørja av teimum tilsamans 22 umsóknunum úr Føroyum hesi árini.
Umframt málið um Norðurlendska Mentanargrunnin viðgjørdi Norðurnevndin eisini evnini ?Útjaðari og Økissamstørv?, ?Bardagi móti narkotika - og narkotika, ein hóttan móti demokratinum?. Eisini varð skipað fyri áhugaverdari ráðstevnu undir heitinum ?Samstørv yvir landamørk í Norðurlondum?.
Av og á er eisini uppi at venda, at Noreg og Danmark venda sær meira til útnorðurlondini, meðan Svøríki og Finnland hava góð samstørv við eystursjóvarlondini, eitt nú baltisku londini. Í hesum sambandi varð gjørt vart við, at fløggini hjá smáu sjálvstýrandi londunum ikki vóru at síggja á fundinum.