Álvaratos - nú fóru tit ov langt

Landsstýrið vendir sær til ST

Eg veit ikki, hvussu ofta eg havi heitt á landsstýrið um at saðla um í spurninginum um framtíðarstøðu Føroya. Men nú eru vit komin hartil, at tað saðlast ikki umaftur, tí landsstýrið hevur fullkomiliga mist tamarhaldið á fullveldishestinum, sum nú galoperar uttan mið ella mál.

Seinasta bragdið hjá landsstýrinum var so hendingin í gjár, tá tað kom fram, at menn í fullum álvara hava sent Sameindu Tjóðum bræv, har teir kæra sína neyð um eina tvøra og illviljaða danska stjórn. Hetta má av røttum sigast vera at bíta høvdið av allari skomm, um nøkur skomm ella nakað høvd eru eftir.


Eftir politisku boðum frá einum einaráðandi varaløgmanni og við einum løgmanni í híð hevur løgmansskrivstovan skrivað ST bræv, har greitt verður frá samráðingunum millum Føroyar og Danmark um skipan av Føroyum sum fullveldi.


Og alt fer fram í duldum, tí hvørki Løgting elle Uttanlandsnevnd er kunnað um hetta skýmaspæl.


M.a. verður nevnt í hesum brævi, at hóast landsstýrið hevur gjørt drúgvt fyrireikingararbeiði, so hevur danska stjórnin ikki veruliga víst vilja til at samráðast. Hetta má veruliga sigast at vera ein politisk viðmerking, so tað stendur eftir, og sum neyvan nakar embætismaður við virðing fyri sær sjálvum og sínum fakliga førleika av sínum eintingum skrivar. Og varaløgmaður viðgongur eisini, at hann alfaðirliga hevur góðkent orðingina, men hevur tó ikki dirvi til sjálvur at seta sítt navn undir brævið, men letur embætismannin standa einsamallan. Løgmaður raknar tó so mikið við, at hann viðgongur, at hann er vitandi um skrivið.


Men so roynir hann at bera í bøtuflaka fyri varaløgmann við at siga, at hetta er alt á embætisstigi og als ikki politiskt. Men hetta er beinleiðis skeivt, tí er tað almenna Føroyar, sum hevur sent brævið, og partar av innihaldinum eru sanniliga eisini politiskir.



Hvat hugsa hesir menninir fyri sær?


Hvat hugsa hesir menninir fyri sær? Teir seta seg í samband við ST um eina samráðing, har danska stjórnin ferð eftir ferð hevur sagt, at vilja tit hava fullveldið, so seta teir seg ikki ímóti. Men teir fíggja so ikki loysingina longur enn tey fýra árini.


Trupulleikin við øllum hesum hurlivasa er stutt sagt tann, at landsstýrið torir ikki at taka av tí, teir hava biðið um. Teir hava biðið um loysing - teir fáa loysingina - men teir tora ikki at taka av, tí allar fortreytirnar, sum teir hava brúkt almenna tíð og almenna pengar til at billa Føroya fólki inn fóru at halda, tær halda ikki. Teir hava júkað um, at loysingin fór ongar avleiðingar at fáa fíggjarliga, og at okkara rættindir og møguleikar fóru at verða skerdir, men hetta heldur ikki.


Hvat er so til ráðar at taka? Í staðin sum menn at farið út og sagt við Føroya fólk, at hetta var tað, hvat siga tit nú, so verður nú roynt at billa altjóða samfelagnum inn, at støðan millum londini er so spent, at ST má spyrjast til ráðs.



Plan B


Plan B hjá Tjóðveldisflokkinum er, at nú skal onkur annar hava skuldina av einum miseydnaðum sandkassaprojekti, sum vøkru orðini í Hvítubók ikki megnaðu at bera í hús. So í staðin fyri at taka í egnan barm, so er Plan B at geva onkrum øðrum skyldina, og tað vil man hava ST at hjálpa sær við. Fólkaflokkurin hevur eftir øllum at døma hvørki ein Plan A ella ein Plan B.


Gud viti, hvat teir siga har yviri í New York til hetta bræv? Teir, sum vanliga handfara trupulleikar og sorgarleikir í m.a. fyrrverandi Jugoslavia, Eritrea ella Eystur-Timor. Millum sorgarleikir um kúgan, massakrir og étniska týning, skulu teir nú til at viðgera trupulleikarnir millum Føroyar og Danmark. Ella hvat høvdu somu menn sagt, um teir komu henda vegin og sóu, hvussu støðan er í Føroyum. Her eru so ongar landminur og hópgravir, sum er partur av teirra gerandisdegi. So eitt friðarvarðveitandi herlið hevði fingið góðar dagar í hesum máli.



Panikkur á monnum.


Her er eingin ivi um, at panikkur og desperatión er á monnum. Teir royna nú av øllum alvi at snara okkara eygum frá teirra egnu ómegd og so at fáa sett ein so álvarsligan kíla imillum Føroyar og Danmar, at skaðin ikki verður bøttur. Eitt er hvat danska stjórnin heldur um hetta seinasta stigið hjá Høgna Hoydal og Anfinni Kallsberg, tað er kanska ikki so týdningarmikið, men verri er, hvussu vit føroyingar og serliga okkara landsmenn í Danmark nú verða uppfataðir av vanligum dønum.


Er tað nakað, sum eingin brýggjar seg um, so er tað at verða stevndur inn fyri ST fyri valdsmisbrúk, kúgan o.l.


Eg má bert stutt staðfesta, at nú hava tit mist tamarhaldið á støðuni. Tað, sum nú fer fram er til óbótaligan skaða fyri land og fólk. Vælsignaðir menn stingið í sekkin, áðrenn tit gera fleir vanlukkur og seta alt okkara yvir stýr.


Tit hava so við hesum seinasta desperata tiltaki prógvað, at tit eru ikki uppgávuna vaksnir.