Øravík:Tað koma so fá ferðafólk til Gistingarhúsið við Á í Øravík mitt um summarið, at hotellið kundi næstan tað sama verið stongt, sigur Uni Mortensen, dagligur leiðari.
Tað gekk væl fyrru helvt av árinum, men tá komið var út í hálvan juli, var tað líkasum, at alt steðgaði upp, sigur hann.
Og tað gjørdi tað í grundini eisini. Soleiðis at skilja, at tá fór vinnulívið í summarfrí, og so hildu gistingarnar uppat.
Uni Mortensen sigur, at Gistingarhúsið livir av vinnukundum, sum koma til Suðuroyar í arbeiðsørindum. Tað eru fyri tað mesta føroyingar, sum gista á hotellinum. Men eisini onkur dasnkur ferðaseljari kemur framvið, letur hann at.
Men fremmand ferðafólk síggjast sjálvdan. Og tað harmar Una Mortensen, at soleiðis er.
Um grundina sigur hann, at tað er líkt til, at ferðafólk fara ikki ov langt frá Havnini og miðstaðarøkinum sum heild. Hann heldur rætt og slætt, at tað er av ov lítlari markanðarføring, at soleiðis er. Bæði vinnan sjálv í Suðuroynni og ferðavinnan sum so, Kunningarstovan og Ferðaráðið, eru ivaleyst ov vánalig til at marknaðarføra teir møguleikar, sum eru í oynni.
Og ikki hevur tað almenna hjálp til, sigur Uni Mortensen. Hann vísir á, at meðan Smyril sigldi til Aberdeen, vitjaði heilt væl av fremmandafólki Gistingarhúsið. Tey komu í land, tá Smyril legð at á Drelnesi og vórðu so verðandi í fleiri dagar í oynni.
Tá bar eisini til at skipa fyri ymsum tiltøkum sum eitt nú útferðum, tí tá vistu tey, at her var nóg mikið av fólki at fara við.
So varð tann rutan avhøvdað av politiska myndugleikanum, og við henni hvarv ein heilt stór inntøkukelda hjá Gistingarhúsinum.
Í dag er tað nógv meira tilvildarligt, hvør kemur framvið, sigur Uni Mortensen.
At so Smyril liggur á Drelnesi og bjóðar ferðafólki koyggju, er beinleiðis ójøvn kapping við almennum pengum, sigur Uni Mortensen, sum ikki dylur sína misnøgd við støðuna.
Hóast søla av gistingum er høvuðsvinnuvegurin hjá Gistingarhúsinum við Á í Øravík, sigur Uni Mortensen tó, at tey hava onkrar aðrar spennandi ætlanir í hettuni, nú veturin aftur nærkast.
Húsið er bygt út við eini hampiliga stórari veitsluhøll, og har verða eitt nú brúdleyp hildin, sum sjálvandi geva eitt íkast til raksturin.
Men hølið kann saktans brúkast til annað enn brúdleyp og ráðstevnur. Tað ber væl til at skipa fyri almennum tiltøkum við mati og dansi til dømis. Soleiðis fyri tey, sum eru vorðin eitt sindur ov tilkomin til at fara í diskotek í TB húsinum.
-Tann møguleikin er avgjørt til staðar, sigur Uni Mortensen, sum metir, at suðringar eins og onnur fólk ivaleyst høvdu farið út eitt kvøld soleiðis av og á at hugna sær.
Uni Mortensen sigur, at avtalan um oljuhavnina á Drelnesi er avgjørt at frøast um. Hann væntar heilt vist, at tað fer at dryppa eitt sindur á gistingarhúsini í oynni eisini, tá virksemið har kemur í gongd.
Men sum er, er støðan tann margháttliga, at skuldi Gistingarhúsið verið stongt eina tíð, skuldi tað avgjørt verið ta tíðina, vanliga verður nevnd háárstíð. Frá hálvum juli og einar tríggjar vikur fram.
Tá er stutt og greitt alt ov lítið at gera á Gistingarhúsinum við Á í Øravík.