HB-FS Vágar 4-1 (4-0)
Eftir at HB heldur óvæntað mátti lúta fyri runavíkingum fyri viku síðani, skuldi liðið royna at reisa seg sunnudagin. Uppgávan sá á pappírinum ikki so torfør út, tí alt kappingarárið hava liðini verið í hvør sínum enda av stigatalvuni.
Umframt at vera veikara liðið á stigatalvuni, máttu vágamenn eisini vera tveir av týdningarmestu leikarum sínum fyri uttan. Ari Thomassen var leikbannaður eftir reyða kortið móti B36, og í sama dysti noyddist Tór-Ingar Akselsen av vøllinum við skaða.
Eisini HB hevði sítt at dragast við, og millum annað mátti miðvøllurin fullkomuliga umskipast. Vanligi stýrimaðurin, Rúni Nolsøe, var leikbannaður, meðan Gigi, sum varð skaddur móti NSÍ, neyvan fær spælt aftur í hesum kappingarárinum. Hartil fekk Florin Miháescu reytt kort móti NSÍ, soleiðis at broytingar eisini skuldu til í verjupartinum.
At liðini bæði vóru skerd, sást eisini rættuliga væl aftur í spælinum. HB miðvøllurin fekk ongantíð glið á valiga skjóta spælið, nú Rúni ikki kundi virka sum sambindingarlið, og hjá vágamonnum var tað serliga saknurin av Ari, sum tóktist stórur.
Tað eydnaðist tó HB rættuliga skjótt at leggja seg á odda við tveimum málum, sum teir báðir ungu framherjarnir, Jón Rói og Andrew, syrgdu fyri.
Eftir hetta var tað eins og liðini bæði vistu, hvønn veg dysturin bar. HB tóktist nøgt við tvey mála leiðsluna, og royndirnar at økja um hesa vóru sera fáar.
Vágamenn megnaðu so als ikki at skapa nakað, tó at teir høvdu einar tvær royndir, sum við eitt sindur meira hepni kundu givið mál. Hesar íkomu tó í stóran mun av sløsaríi í markeringini, men tá leikferðin alla tíðina varð sera lág, hevði hetta so at siga ongar avleiðingar.
Móti endanum av fyrra hálvleiki eydnaðist tó HB at fáa tvey mál afturat. Tað fyrra av hesum var ein sonn perla, tá Jón Rói úr 18 metrum høgdi bóltin upp í handara málhorn, meðan Allan Mørkøre lítla løtu seinni kundi økja upp í 4-0, tó at hann fekk rættuliga stóra hjálp frá einum vágabeini, sum beindi bóltin upp um málverjan.
Tá sæð verður burtur frá vakra málinum, sum Rimvydas Bakus skeyt tíðliga í seinna hálvleiki, vóru hesi trý korterini reinur sovifótbóltur. Leikferðin var í botni, markeringarnar vóru leysar, men kortini tókturst liðini bæði at hava sera torført við at fáa spælið at hanga saman. Sendingar omanfyri 10 metrar raktu sjáldan rætta móttakaran, og yvirhøvur skuldi ein ikki hildið, at talan var um tvey lið úr bestu føroysku deildini.
At annað av hesum telist millum biðlarnir til gullmerkini í hesum kappingarárinum tóktist heldur ikki sannlíkt. Spælið sunnudagin var í øllum førum ikki nakað meistaraspæl, men hinvegin er einki at ivast í, at hugburðurin hjá leikarunum verður nakað øðrvísi, tá teir komandi vikuskifti skulu til Vágs.
Ivaleyst fer tað eisini at muna væl hjá teimum, at Rúni Nolsøe tá aftur er tøkur. Dysturin móti FS Vágum sýndu í øllum førum týðuliga, hvussu stóran týdning hann hevur fyri HB liðið.
Er týdningurin av Rúna stórur, so hevur Allan Mørkøre enn ikki prógvað, at hann er tann styrkurin fyri liðið, sum áskoðararnir høvdu væntað. Møguliga er tað knæskaðin og harav væntandi venjing, sum fer um seg, men um so er, munnu bestu ráðini vera at frítaka leikarin, til hann aftur er 100% til reiðar.
Seinastu dystirnar hevur spæl hansara langt ífrá verið í tí støði, sum hann áður hevur verið á, men allar helst er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn gomlu dygdir hansara aftur koma til sjóndar. So er bert hjá HB viðhaldsfólkunum at vóna, at hetta verður í nóg góðari tíð til at tryggja meistaraheitið.
Verður trupult
Vágamenn hava alt árið havt tað sera trupult, og einki bendir á, at uppgáva teirra verður lættari tey fimm umførini, sum enn eru eftir at spæla.
Vanligi liðskiparin, Ari Thomassen, verður tøkur aftur til bopnuppgerðina móti Sumba komandi vikuskifti, og einki er at taka seg aftur í, at saknurin í honum var stórur. Eitt lið er tó samansett av 11 leikarum, og fyri FS Vágar er tað av alstórum týdningi, at leikararnir ásanna hesa sannroynd.
Skulu teir bjarga lívinum í bestu deildini, skal hugburður teirra broytast heilt nógv. Stríðsviljin eigur at vera fremsta vápni í stríði teirra, men seinastu tvey umførini hevur hesin als ikki verið til staðar.
Verður ikki øðrvísi statt í so máta komandi vikurnar, fær FS Vágar sera trupult við at tryggja sær rætt til framhaldandi luttøku í 1. deild.
HB-FS Vágar 4-1 (4-0)
1-0: Jón Rói Jacoobsen
2-0: Andrew av Fløtum
3-0: Jón Rói Jacobsen
4-0: Allan Mørkøre
4-1: Rimvydas Bakus
Dómari: Petur Hansen
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Allan Mørkøre, Ingi Rasmussen, Hallur Danielsen, Rói Árting ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
FS Vágar:
Remigius Mikocionis ? Poul Kjartan Thomsen, Zilvanius Zudis, Eyðfinn Fjalsbak, Rimvydas Bakus ? Sonni Johansen, Hannus Olsen, Igoris Kirillovas, Kim Poulsen ? John Johansen, Birgir Joensenog einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.
Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!
jh