gjørt«, eru allar tríggjar fløgurnar og ein spildurnýggj live-fløga, sum varð upptikin á ólavsøku fyrr í ár. - Vit eru fyrst og fremst ein live-bólkur, og vit hava leingi ætlað at geva eina konsert út á band [...] band. Tá vit hoyrdu ráupptøkurnar frá ólavsøkuni, vórðu vit ikki í iva, sigur Páll Oddur Rubeksen, annar sangarin í Páll Finnur Páll. Í pakkanum er eisini ein teknirøð, sum listarmaðurin Heiðrik á Heygum [...] sangtekstirnir eru prentaðir í húsanum. Akkordirnar eru tiknar við, so áhugað kunnu sita har heima og fylgja við. - Fólk venda sær javnan til okkara at biðja um akkordirnar til ymisku sangirnar. Nú fáa tey alt
fáa tíðarætlanir á øðrum økjum. - Vit eru enn á byrjunarstøði, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum. Løgmaður legði hart út í tinginum á ólavsøku og gjørdi greitt, at nú skulu føroysk skúlabørn [...] í fyrstu atløgu. - Nú mugu vit fylgja við, hvussu tað fer at hilnast við hesari royndini. Vit hava ikki hildið tað vera ráðiligt at byrja enskt longu í triðja flokki, sigur Jógvan á Lakjuni. Landsstýrismaðurin [...] duga eins væl enskt sum danskt. Men júst hvussu hetta verður veruleiki er heldur torført at fáa eyga á í løtuni. Avgerð er tikin um, at undirvísingin í enskum skal byrja í fjórða flokki frá næsta skúlaári
vera venjari. Nú havi eg verið tað í tvey ár. Tað hevur verið hugaligt, men nú havi eg gjørt av at gevast, sigur Bergur Magnusssen. ? Vit hava verið sera fegin um, at Bergur tók liðið á seg í fjør, og [...] venjari hjá NSÍ, er upp á tal sum nýggjur venjari á Eiði: ? Tað er rætt, at vit hava tosað við Trygva. Eingin sáttmáli er undirskrivaður, men tá vikuskiftið er farið afturum, rokna vit við, at tað verður greitt [...] Hjá EB/Streymi eru allir spælararnir tøkir seinnapartin í dag. ? Vit hava bara havt tvey leikbann í ár, og vit hava verið sera hepnir, tá tað ræður um skaðar. Vit hava bara vant tríggjar ferðir um vikuna
Hann vísir á, at millum tey stóru feløgini, sum hava vitjað í Vágum við flogfari, eru eitt nú Lufthansa. - Áhugi er fyri Føroyum, men tað tekur tíð, og nú er so greitt, at SAS kemur higar. Jákup Sverri Kass [...] eini sjey ymisk feløg upp á Ålborg, og SAS er har framhaldandi. Stjórin væntar, at ”køkan” at flúgva upp á Føroyar eisini fer at veksa - við størri kapping á farleiðini. - Vit kunnu vænta okkum lægri f [...] øllum. Jákup Sverri Kass vísir á, at tað eru eins nógv fólk til arbeiðis í Vága Floghavn - antin nógv ella lítið er at gera. Tað eru nøkur krøv, sum skulu fylgjast, og tey eru galdandi bæði við nógvari og
innheintingar. - Vit hava fingið at vita, at vit ikki eiga at rinda í Heilsutrygd. Tí hava fleiri steðga at rinda inn. TAKS rykkir fleiri eftir eftirstøðu og leggur rentu á. Nú vóna vit, at hetta verður [...] uttanlands. Hann sigur, at hetta hevur verið ein drúgv prosess, sum vónandi kemur at enda nú. - Vit hava víst á hetta síðan 2013, har ein limur hjá okkum noktaði at rindað gjaldið til Heilsutrygd, tí hann [...] sleppa undan, men vit kærdu til kærunevndina og fingu viðhald longu í november 2014, at norðurlendski sáttmálin skuldi virðast. Tað gekk ein tíð áðrenn nakað loysnaði, men vit vístu á, at sambært stýri
og framsøkið ítróttarlív við altjóða stadion á Svangaskarði. Her eru tveir miðnámsskúlar og fleiri ítróttarhallir, eitt nú ein spildurnýggj ítróttarhøll á Eiði, her er musikkskúlafrálæra og eitt ríkt [...] støða ber við sær. Vit á blaðnum hava sett okkum fyri at statsa uppá alt føroyska samfelagið og ikki bert høvuðstaðin. Hetta er ein orsøkin til, at vit hava lokalredaktiónir kring landið. Vit halda, at tað [...] nógvum møguleikum fyri framman, soleiðis sum gongdin tykist at vera í framtíðini. Vit hugsa her eitt nú um broytingarnar á samferðsuøkinum. Við fasta sambandinum um Lorvíksfjørð fer Eysturoy at gerast eitt
samkomu á Norðurbryggjuni á Christianshavn, í Keypmannahavn Smyril Line ætlar sær vøkstur, bæði hvat viðvíkur ferðafólki og farmi, og vit skulu i nógv størri mun troyta teir møguleikar, vit nú hava í okkara [...] viðurskiftini eru nú sær framtíðin lovandi út, legði nevndarformaðurin áherðslu á. Smyril Line hevur fingið góðan byr á siglingini uppá Esbjerg, sum byrjaði 7. februar í ár. Tí kunnu vit við góðum treysti [...] frá. Peter Holm varð á fundinum í Keypmannahavn stuðlaður av nevndarformanni sínum, Klaus Kjærulff stjóra, sum legði dent á, at hjá reiðarínum nú ræður um at hyggja frameftir. Vit skulu loysa ta uppgávu
verjuni. - Vit skulu trúgva meira upp á, at tað ber til. Mín kensla er at spælararnir veksa. Vit síggja á øllum tølum, at vit flyta verjuspælið fram og fáa færri skot ímóti. Nú skulu vit tora at spæla, fáa [...] avgerðir. - Vit koma ikki at taka fleiri fólk inn í toymið, men vit koma at gera íløgur í eina skipan, sum kann hjálpa spælarunum at orientera seg. Okkara størsta avbjóðing eru avgerðirnar. Vit mugu taka [...] avgerðir á vøllinum við bóltinum. Tað kanst tú gera betri upp á tveir mátar. Við orientering, og við at styrkja spælararnar sálarliga, so teir eru sterkir í støðuni. Gransking vísur – og vit síggja tað
hildnar heilt nógvar har. Umleið 10.000-12.000 fólk eru árliga komin í bygdarhúsið, sigur Jógvan Elias Joensen. Hann leggur dent á, at øll hesi fólkini eru farin óvanliga væl við húsinum. Ein wc-kumma, eitt [...] mátti gerast. Okkurt hugskot hevur verið um at byggja eina hædd aftrat oman á. Men tað hjálpir einki upp á, at hallirnar í neðra eru ov lágar, og so varð mett, at tað fór at verða rættiliga dýrt eisini. Tí [...] sleppa niðureftir. So tað var onkur smávegis leki, sum sjálvandi gjørdi skaða á húsini. Hesum skuldi sloppist undan, nú hall kemur á takið. Eisini var eitt sindur av fukti av vætu, sum setti inn undir húsið
donsku útbúgvingini, men fer at leggja dent á skeið, sum eru serliga viðkomandi fyri Føroyar. Eisini fer útbúgvingin at leggja serligan dent á háttalagsskeið, ið eru serliga viðkomandi fyri eitt lítið land [...] raðfesta útbúgvingarmøguleikarnar á Fróðskaparsetrinum. - Ein føroysk løgfrøðiútbúgving fer at útbúgva løgfrøðingar, sum frá byrjan eru væl inni í serføroyskum viðurskiftum. Vit fáa ment eitt løgfrøðiligt g [...] stóran áhuga hjá ungum føroyingum á møti. Tí eri eg sera fegin um, at hetta stigið nú er tikið, sigur Hanna Jensen. Sigurð í Jákupsstovu fegnast eisini um, at Setrið nú fær henda møguleika. Síðan 2013 hevur