Eysturoyggin er á mangan hátt ein áhugaverd oyggj, ein oyggj, ið kemur alt meira í fokus. Her er eitt ríkt mentanarlív við eitt nú Mentanarhúsinum í Fuglafirði og við ungum og dugnaligum tónleikabólkum, her er eitt virkið og framsøkið ítróttarlív við altjóða stadion á Svangaskarði. Her eru tveir miðnámsskúlar og fleiri ítróttarhallir, eitt nú ein spildurnýggj ítróttarhøll á Eiði, her er musikkskúlafrálæra og eitt ríkt kórvirksemi. Her er ríkt kirkju- og samkomulív. Men fram um alt er her eitt blómandi og fjølbroytt vinnulív. Fiskivinna á nær og fjarleiðum, útróður og fiskavirki, skelja-og rækjuvirki og oljuútgerðarhavn. Ídnaður av øllum handa slag og handverk stórtrívast í Eysturoy. Jú ásannast má, at í Eysturoy er eitt samfelag í sterkari menning við nógvum møguleikum fyri framman, soleiðis sum gongdin tykist at vera í framtíðini. Vit hugsa her eitt nú um broytingarnar á samferðsuøkinum. Við fasta sambandinum um Lorvíksfjørð fer Eysturoy at gerast eitt megin- og miðstaðarøki við øllum teimum menningarmøguleikum, sum henda støða ber við sær.
Vit á blaðnum hava sett okkum fyri at statsa uppá alt føroyska samfelagið og ikki bert høvuðstaðin. Hetta er ein orsøkin til, at vit hava lokalredaktiónir kring landið. Vit halda, at tað, sum hendir kring landið, hevur týdning, og vilja vit fegin so vítt møguligt kunna lesarar okkara um alt tað, sum hendir um allar Føroyar. Vit hava eisini lokalredaktión i Eysturoy, og ætlan okkara er, at menna henda partin av blaðnum, soleiðis, at eystringar og fólk í Føroyum verða uppaftur betri kunnað um hetta týdningarmikla økið í framtíðini. Vónandi fer hetta at eydnast okkum, soleiðis, at eysturoyingar eins væl og allir føroyingar framyvir fáa eitt uppaftur betri blað, tá teir keypa ella halda Sosialin.
Sosialurin