Broyta bygdarhúsið í Leirvík

Bygdarhúsið í Leirvík stendur fyri eini umfatandi útbygging, sum fer at kosta umleið hálvatriðju millión kónur. BRF vil ikki fíggja, tí teir lána ikki føroyingum fleiri pengar

Leirvík: Bygdarhúsið í Leirvík verður bygt út, so umstøðurnar í húsinum verða nógv betri, umframt at húsið verður nógv vakrari uttan. Bygdarhúsið eigur eitt sindur av peningi, og restina er ætlanin at fíggja við láni.

Tað var eitt áhugafelag, sum eigur bygdarhúsið í Leirvík. Fólk hildu, at tað var ein ávísur tørvur á einum slíkum húsi í bygdini, og tí varð húsið bygt. Seinni hevur tað víst seg, at tørvurin hevur verið aðrastaðni eisini. Húsið hevur verið nógv nýtt av fólki í grannabygdunum, eins og fólk av Skálafjørðinum eisini hava havt ymisk tiltøk har. Men nú vænta leirvíkingar kapping frá nýggja mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum skjótt verður liðugt.

Tá húsið varð bygt í 1986, varð tikið eitt lán upp á eina millión í danska fíggingargrunninum BRF. Hetta lánið verður útgoldið á nýggjárinum, sigur Jógvan Elias Joensen, sum er ein av stuðlunum hjá húsinum. Søkt varð um nýtt lán haðani til útbyggingina, sum nú stendur fyri, men svarið frá BRF var, at teir læntu ikki føroyingum pengar meira.

Tað verða rættiliga nógv tiltøk av ymsum slagi hildin í bygdarhúsinum í Leirvík. Tað er næstan ikki vika, at ikki okkurt er at frætta um bingo ella annað, sum verður í húsinum. Og veitslur sum brúdleyp og tílíkt hava verið hildnar heilt nógvar har. Umleið 10.000-12.000 fólk eru árliga komin í bygdarhúsið, sigur Jógvan Elias Joensen. Hann leggur dent á, at øll hesi fólkini eru farin óvanliga væl við húsinum. Ein wc-kumma, eitt vask og ein hurð er tað, neyðugt hevur verið at skift út, hóast øll hesi fólkini hava nýtt húsið í fjúrtan ár.

Men umstøðurnar inni hava ikki verið tær bestu til veitslur og dans. Tað hevur verið ov lágt til loftið, so luftin inni hevur verið brúkt rættiliga skjótt. Tað hevur verðið heitt og kvali.

Tosað hevur verið um, hvussu gerast skuldi við húsið, tí greitt hevur verið, at okkurt mátti gerast. Okkurt hugskot hevur verið um at byggja eina hædd aftrat oman á. Men tað hjálpir einki upp á, at hallirnar í neðra eru ov lágar, og so varð mett, at tað fór at verða rættiliga dýrt eisini. Tí varð vald ein heilt onnur loysn. Nevniliga at lyfta takið, soleiðis at ovara helvt av húsinum gerst umleið dupult so høg sum tann niðara.

Eftir umbyggingina verður høgt upp í tróðri. Ovara helvtin umleið dupult so høg sum tann niðara. Vindeygu verða í tí ovara partinum omaneftir, umframt at nøkur eisini verða norðureftir.

Einir 70-80 fermetrar av gamla takinum verða liggjandi í gongini og eitt sindur inn í stóru høllina. Har verður ein svali, sum fólk kann sita á, og yvir gongini verður so eitt loftsrúm, sum kann gagnnýtast. Umframt verður eitt sindur bygt upp í køkin, sum verður nógv arbeiðsligari av tí sama, sigur Jógvan Elias Joensen.

Slætta takið gjørdi, at vatnið ikki setti so væl av, sum ynskiligt var. Og vatn hevur hatta har við at vilja sleppa niðureftir. So tað var onkur smávegis leki, sum sjálvandi gjørdi skaða á húsini. Hesum skuldi sloppist undan, nú hall kemur á takið.

Eisini var eitt sindur av fukti av vætu, sum setti inn undir húsið. Hesum ætla tey at sleppa undan við at drena rundan um húsini, sigur Jógvan Elias Joensen.

Hnn vónar, at umbyggingin verður liðug til nýggjárs. Men tað velst alt um veður og vind. Tað hevði sjálvandi verið betri, um smíðað varð í summar. Men húsið var so nógv umbiðið fyrru helvt av árinum, at valt varð at bíða við umbyggingini, til »brúdleypssesongin« var av í summar. Tað eru leirvíkingar, sum smíða.

Jógvan Elias Joensen sigur, at fólk hava verið ófør at stuðla bygdarhúsinum. Eitt nú hevur árlig fiskikapping verið til frama fyi húsið. Í ár var hon fyri umleið fjúrtan døgum síðan, og 9 bátar luttóku. Samstundis varð skipað fyri køkutombola og lutaseðlasølu til frama fyri húsið. Tað komu einar 20.000-25.000 krónur inn í samband við tað tiltakið, sigur hann.