- Menningarmøguleikin er til staðar, vit skulu bara vera uppaftur sjónligari á danska marknaðinum. Tað sló Peter Holm, forstjóri í Smyril Line, fast, tá hann sum reiðarístjóri fyri fyrstu ferð hitti donsku miðlarnar á eini samkomu á Norðurbryggjuni á Christianshavn, í Keypmannahavn
Smyril Line ætlar sær vøkstur, bæði hvat viðvíkur ferðafólki og farmi, og vit skulu i nógv størri mun troyta teir møguleikar, vit nú hava í okkara einfaldara rutuneti, at draga donsk ferðafólk at okkum, segði forstjórin eisini.
Hetta var eitt av fleiri komandi tiltøkum fyri donsku miðlunum, sum vístu seg sera hugaðar at koma til Føroya at siga frá teimum mongu møguleikunum, sum liggja í, at vitja norðuratlantsoyggjarnar. Í heyst verður eitt líknandi tiltak í Týsklandi fyri týskum og niðurlendskum tíðindafólki, boðaði Peter Holm frá.
Peter Holm varð á fundinum í Keypmannahavn stuðlaður av nevndarformanni sínum, Klaus Kjærulff stjóra, sum legði dent á, at hjá reiðarínum nú ræður um at hyggja frameftir. Vit skulu loysa ta uppgávu, sum okkum er áløgd, í felag. Tað snýr seg um, at fólk gerast tilvitað um vørumerkið ?Nordatlantens Motorvej? - til/frá evropiska meginlandinum umvegis Esbjerg.
Sum viðurskiftini eru nú sær framtíðin lovandi út, legði nevndarformaðurin áherðslu á. Smyril Line hevur fingið góðan byr á siglingini uppá Esbjerg, sum byrjaði 7. februar í ár. Tí kunnu vit við góðum treysti hyggja fram ímóti aðalfundi felagsins tann 27. apríl, endaði Klaus Kjærulff.
Afturat stjórn og nevndarformanni Smyril Line vóru eisini umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum, føroysku umboðsstovuna í Keypmannahavn og Ísland til staðar á fundinum.