Håkan vil menna spælið við bólti

Manslandsliðið: Landsliðsvenjarin veit hvat hann vil menna til komandi tvey árini

Mynd: (Hans Erik Danielsen) Håkan Ericson, landsliðsvenjari

Håkan Ericson var fegin um longda sáttmálan. Hann hevði avgjørt frammanundan, at stóð honum í boði at halda fram, so tók hann av. Hann heldur at størsta avbjoðingin fyri framman liggur í at taka avgerðir.

 

- Vit koma ikki at taka fleiri fólk inn í toymið, men vit koma at gera íløgur í eina skipan, sum kann hjálpa spælarunum at orientera seg. Okkara størsta avbjóðing eru avgerðirnar. Vit mugu taka betri avgerðir á vøllinum við bóltinum. Tað kanst tú gera betri upp á tveir mátar. Við orientering, og við at styrkja spælararnar sálarliga, so teir eru sterkir í støðuni. Gransking vísur – og vit síggja tað eisini á spælarum – at teir, ið venja tað, blíva betri, sigur Håkan Ericson.

 

Hann heldur fyri, at um føroyska liðið trýr meira upp á seg sjálvan við bólti, so kann tað loysa nógvar avbjóðingar í verjuni.

 

- Vit skulu trúgva meira upp á, at tað ber til. Mín kensla er at spælararnir veksa. Vit síggja á øllum tølum, at vit flyta verjuspælið fram og fáa færri skot ímóti. Nú skulu vit tora at spæla, fáa betri javnvág, og fáa vit álopsspælið at riggja betri, so sleppa vit undan fleiri av verjustøðum, sigur Håakn Ericson og vísur dyst 3-1 tapið móti Albania.

 

- Eg haldi øll málini móti Albania byggja á støður, sum ikki eru partur av okkara prinsippum.

 

KÍ vísur vegin – og tó

 

Håkan Ericson segði á tíðindafundinum, at tað var ein ávísur dystur um at fáa spælararnar hjá KÍ við. Helst hava samráðingar verið millum Magne Hoseth, venjara hjá KÍ, og landsliðsvenjaran um hvussu nógv meira spælararnir hjá KÍ tola.

 

##med2##

 

- Seinastu tveir tíðindafundirnar havi eg byrjað við at ynskt hondbóltslandsliðnum til lukku við frálíkum avrikum. Nú er deiligt at kunna ynskja einum føroyskum fótbóltsliðið til lukku, sigur Håkan Ericson og vísur til KÍ í Evropa.

 

So hví ikki bara spæla upp á sama máta sum KÍ hevur gjørt í Evropa?

 

- Vit hava spælt upp á sama máta sum KÍ móti millum annað Skotlandi og Danmark. Tað er ein góður máti at spæla upp á, men eg haldi ikki tað er mennandi at bara spæla so allatíð. Vit mugu hyggja eftir mótstøðuni. Dysturin móti Póllandi kemur at líkjast dystunum hjá KÍ, men tá vit møta øðrum liðnum,  so vil eg at vit eisini skulu taka lut í spælinum við bólti. Tað kemur at menna okkum. Tað kemur eisini at geva fleiri spælarum møguleikan at koma víðari, væntar Håkan Ericson.

 

Landsliðsvenjarin legði afturat, at hann hevði tosað við bæði Árna Frederiksberg og Hall Hansson. Fyrrnevndi stendur við, at hann hevur tíð at spæla á landsliðnum, meðan tað er í samráð við fysioterapeutar og KÍ, at Hallur Hansson ikki verður úttikin hesaferð, men vónandi næstu ferð.

 

Í dag, 7. september klokkan 19:45, spæla Pólland og Føroyar á PGE Narodowy stadion í Warszawa, og sunnudagin 10. september klokkan 17:00 vitja moldovar á Tórsvølli.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen) Håkan Ericson, landsliðsvenjari

Mynd: (Hans Erik Danielsen) Christian F. Andreasen, forseti, og Håkan Ericson, landsliðsvenjari, sum her skrivar undir sáttmálan