Tá EB/Streymur seinnapartin í dag fer á vøllin í Runavík at avrunda besta kappingarárið hjá teimum nakrantíð, so verður tað samstundis síðsti dysturin hjá venjaranum, Bergi Magnussen.
? Eg fari ongan veg, men eg ætli mær ikki at vera venjari komandi ár. Eg hevði ongantíð ætlað mær at vera venjari. Nú havi eg verið tað í tvey ár. Tað hevur verið hugaligt, men nú havi eg gjørt av at gevast, sigur Bergur Magnusssen.
? Vit hava verið sera fegin um, at Bergur tók liðið á seg í fjør, og at hann helt fram í ár. Hann hevur verið ein sera góður venjari fyri okkara lið. Vit skilja eisini, at hann gevst, men vit rokna við honum í framtíðini, sigur Magnus á Stongunum, sum er eitt av oddafólkunum í EB/Streymi.
Trygvi Mortensen, sum áður hevur spælt við og verið venjari hjá NSÍ, er upp á tal sum nýggjur venjari á Eiði:
? Tað er rætt, at vit hava tosað við Trygva. Eingin sáttmáli er undirskrivaður, men tá vikuskiftið er farið afturum, rokna vit við, at tað verður greitt, um Trygvi verður hjá okkum, sigur Magnus á Stongunum, sum gleðist um, at fótbólturin hevur so stóran áhuga í Sundalagnum, og at áhugin fyri EB/Streymi nú tykist røkka til bygdir, har tey áður hava tikið á við øðrum feløgum.
Hjá EB/Streymi eru allir spælararnir tøkir seinnapartin í dag.
? Vit hava bara havt tvey leikbann í ár, og vit hava verið sera hepnir, tá tað ræður um skaðar. Vit hava bara vant tríggjar ferðir um vikuna. Tað vil siga, at spælararnir hava havt góða tíð at hvíla seg. Tað haldi eg hevur havt týdning, sigur Bergur Magnussen.
Mannfall
Dysturin í dag verður tann síðsti hjá Peturi Mohr ? hann starvast dagliga á Eiði ? sum venjari hjá NSÍ. Komandi ár verður Jógvan Martin Olsen venjari í Runavík.
Talan kann verða um stórt mannfall hjá NSÍ. Gert Langgaard varð so mikið illa vøddaskaddur undir venjing í vikuni, at hann verður ikki við. Brynjolvur Nielsen og Arnfinn Langgaard hava ikki fingið vant í vikuni, og teir eru sera ivasamir. Tað er Ian Højgaard eisini.
Djóni N. Joensen hevur ikki vant í fleiri vikur, men teir ætla at royna, um hann verður førur fyri at spæla. Hann hevur drigist við liðbandsskaða í fótinum. Kári Hansen hevur leingi verið skaddur, men hann hevur vant í vikuni, og teir vóna, at hann verður førur fyri at spæla.
Tá NSÍ var á Mølini í 9. umfarinum, vann EB/Streymur 1?0.