Í nøkur ár hevur ein ósemja verið millum teirra, ið sigla undir útlendskum sáttmálum og Heilsutrygd, hvørt útisiglarar eiga at rinda heilsutrygdargjald ella ikki.
Tey, ið sigla uttanlanda og rinda í sosialar tryggingar í einum øðrum norðurlandi, siga, at sambært norðulendska sáttmálanum um sosialar tryggingar frá 2003, so kann ein, ið býr í einum norðurlandi og starvast í einum øðrum norðurlandi, ikki rinda í tveir kassar. Ein skal rinda í tí landi, sum ein starvast í.
Nú er ein lóg borin niðan í Løgtingið, ið skal loysa upp í málinum. Løgtingslóg nr. 107 skal loyva undantøkum, har ein kann søkja um at sleppa undan at rinda í Heilsutrygd, um ein til dømis rindar í norsku skipanina Folketrygd.
Petur Mohr er skrivar í felagsskapinum fyri teirra, ið sigla uttanlands. Hann sigur, at hetta hevur verið ein drúgv prosess, sum vónandi kemur at enda nú.
- Vit hava víst á hetta síðan 2013, har ein limur hjá okkum noktaði at rindað gjaldið til Heilsutrygd, tí hann rindaði í Folketrygd í Norra. Heilsutrygd metti ikki, at hann kundi sleppa undan, men vit kærdu til kærunevndina og fingu viðhald longu í november 2014, at norðurlendski sáttmálin skuldi virðast. Tað gekk ein tíð áðrenn nakað loysnaði, men vit vístu á, at sambært stýrisskipanini §55, so kann ein løgtingslóg ikki verða omanfyri einum millumlandasáttmála, ið Føroyar hava undirskrivað, sigur Petur Mohr.
Síðan tá hevur tað umsitingarliga gingið aftur og fram, men nú er ein lóg so borðin niðan í tingið.
Petur Mohr sigur, at tað eru nakrir limir í felagnum, sum nú í eina tíð ikki hava rindað til Heilsutrygd, eftir at teir fingu viðhald í síni kæru. Hetta hevur havt við sær, at TAKS hevur sent fleiri rykkjarar og enntá onkran einstakan til innheintingar.
- Vit hava fingið at vita, at vit ikki eiga at rinda í Heilsutrygd. Tí hava fleiri steðga at rinda inn. TAKS rykkir fleiri eftir eftirstøðu og leggur rentu á. Nú vóna vit, at hetta verður loyst, sigur Petur Mohr.