Páll Finnur Páll sum teknirøð

Allir sangirnir hjá Páll Finni Páll verða í næsta mánaði givnir út sum fløgusavn og sum teknirøð.

Hálvan november gevur tónleikabólkurin Páll Finnur Páll rúgvusmikið tilfar út. Í pakkanum, sum nevnist »Du ved, at gjørt er gjørt«, eru allar tríggjar fløgurnar og ein spildurnýggj live-fløga, sum varð upptikin á ólavsøku fyrr í ár.


- Vit eru fyrst og fremst ein live-bólkur, og vit hava leingi ætlað at geva eina konsert út á band. Tá vit hoyrdu ráupptøkurnar frá ólavsøkuni, vórðu vit ikki í iva, sigur Páll Oddur Rubeksen, annar sangarin í Páll Finnur Páll.


Í pakkanum er eisini ein teknirøð, sum listarmaðurin Heiðrik á Heygum hevur gjørt. Hann hevur gjørt eina mynd til hvønn sang og sett alt saman til eina søgu.


- Teknirøðin er ikki bara snøgg, hon er spennandi. Sangirnir fáa eina nýggja dimensjón, eina nýggja tulking frá einum øðrum listarligum horni, sigur Páll Oddur Rubeksen.


Allir sangtekstirnir eru prentaðir í húsanum. Akkordirnar eru tiknar við, so áhugað kunnu sita har heima og fylgja við.

- Fólk venda sær javnan til okkara at biðja um akkordirnar til ymisku sangirnar. Nú fáa tey alt í einum, sigur sangarin í Páll Finnur Páll, sum væntar at skipa fyri einari útgávukonsert miðskeiðis í november, tá pakkin kemur út.


Meir enn 40 sangir er á »Du ved, at gjørt er gjørt«. Tær báðar fyrstu útgávurnar, Bermenn frá 2003 og Førist frá 2005, hava verið útseldar í nøkur ár.


Heitið á pakkanum stavar frá einum lagi á Førist, sum nevnist Dýr Tíð.


- Vit hildu, at tað hóskaði rættiliga væl til savnið. Tú veitst, at gjørt er gjørt, men vit gera tað kortini, sigur Páll Oddur Rubeksen.