letur upp sína nýggju heimasíðu. Kykmyndalagið er tikið upp í Nashville, tá Kristina Bærendsen var har yviri og tók upp sangin til nýggju fløguna í fjør summar. Tað er Friisframe, ið hevur framleitt og upptikið [...] upptikið. Kristina Bærendsen er virkin bæði heima og úti. Í Føroyum spælir hon heilt nógv, men konsertferðirnar ganga eisini javnan út um klettarnar. Tí er nýggja heimasíðan hjá Kristinu Bærendsen eisini [...] henni. Eisini kann man hoyra tónleik umvegis Spotify. Nýggja heimasíðan, www.kristina.fo, er gjørd í samstarvi við Nudlavirkið.
Heili 2.912 fólk vitjaðu høvuðssætið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum mentanarnáttina. Evnið í ár var ferðing. Tí varð torgið á Kongabrúnni umskapað til eina lítla miðalhavsbygd, har tey vitjandi fingu møguleika [...] við ferðastovunum í býnum. Torgið var skrýtt við klæðum og lutum, ið vanliga minna okkum um lívið við Miðalhavið. Eisini vóru hópin av angandi blómum hongdar upp á mongu brúgvarnar í bygninginum, soleiðis [...] at tiltakinum og upplýstu, at áhugin er stórur millum føroyingar at leita sær uttanlands at ferðast í ár.
vísir, sum at síggja sjálvan Elvis, men talan er sjálvandi um Kjell Elvis úr Noreg, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hann livir av at líkjast Elvis og at fara á pall sum Elvis. Hvørt hann syngur eins [...] Elvis Presley, rock-kongurin, doyði 16. august í1977. Síðani tá hava javnan søgur tikið seg upp, ið halda uppá, at hann er ikki deyður, tí fólk siga seg hava sæð hann her og har. Mikudagin sást Elvis við [...] Elvis líkist sera nógv Elvis Presley. Kjell Elvis (Kjell Henning Bjørnstad) fer at syngja á torginum í SMS leygardagin klokkan 13. Kjell Elvis er hálvur føroyingur, hálvur eiðismaður.
Tá nýggja samgongan í gjár tók við valdinum í Føroyum, kundu teir tríggir samgonguformenninir vísa á ein meiriluta á seytjan tingfólk. Tað broyttist tó alt, tá seytjandi tinglimurin, javnaðartinglimurin [...] Harvið fór Javnaðarflokkurin frá átta til sjey tinglimir, meðan samgonguflokkarnir mistu meirilutan í tinginum. Tað fær tó ikki nakrar avleiðingar fyri samgonguna, tí parlamentariska skipanin er skipað [...] meirilutan móti sær fyri ikki at kunnu sita. Tað hevur samgongan ikki, tí tá Sonja J. Jógvansdóttir í nátt boðaði frá, at hon tók seg úr Javnaðarflokkinum, segði hon samstundis, at hon enn stuðlar samgonguni
Hóast tað í gjár var boða frá nógvum veðrið, so eru veðurvánirnar nakað frægari í dag. Tað verður neyvan so vátt sum væntað, tó so, nógvur vindur verður seinni í vikuni. Týsdagin verða 7-12 m/s av landsynningi [...] spakuliga vestureftir og brúgvalagið kemur hendavegin. Mikunáttina kemur brúgvalagið, sum er í ein útsynning úr Føroyum, hendavegin.
uskip fiska í íslendskum sjógvi. Tey fáa mest av toski, svartkalva, longu og brosmu. Skipini koma heim at landa, sum vikan gongur. Lagt verður aftrat, at eitt føroyskt frystilínuskip er í íslendskum sjógvi [...] sjógvi, og tvey føroysk línuskip fiska í grønlendskum sjógvi. Annað er á ísfiski, og hitt frystir veiðina umborð. - Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður gott [...] Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fýra línuskip, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa mánadagin. Veiðan er mest toskur, longa, brosma og nakað av svartkalva. - Eitt línuskip er á Íslandsrygginum
almenna ognarlutin í Bank Nordik. Tað svaraði landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, tá ið Hanna Jensen, Framsókn, spurdi, um ítøkiligar eru um at selja partinhjá almennu Føroyum í Bank Nordik [...] politikk samgongan hevur til almennar ognarlutir í fyritøkum. Hanna Jensen helt, at tað er munur á um tað almenna eigur meirlutan ella tildømis 25 prosent í einari fyritøku. -Hava almennu Føroyar meirlutan
átakið hjá Sea Shepherd halda fram til 1. oktober, og í hesum tíðarskeiðinum vera tilsamans 600 sjálvbodnir stuðlar frá felagnum staddir í Føroyum. [...] Stóra átakið hjá djóraverndarfelagsskapinum, Sea Shepherd, sum eftir ætlan skuldi byrja í gjár, er útsett. Scott West, sum er leiðari fyri øll tey sjálvbodnu fólkini frá felagsskapinum, sigur, at átakið [...] átakið er útsett til týsdagin 17. juni. - Tað eru ymsar orsøkir til, at átakið ikki byrjaði í gjár, soleiðis sum tað annars skuldi. Men nú fáa vit teir seinastu snøklarnar upp á pláss, og so kunnu vit vónandi
føroyskar fyritøkur luttaka á stóru oljumessuni Offshore Europe, sum byrjar í dag. Umleið 30 føroyingar eru farnir úr Føroyum til Aberdeen, har stóra oljumessan er hesa vikuna. Tað veit heimasíðan hjá [...] landabási, sum Promote Faroe Islands í samstarvi við Oljuvinnufelagið hevur staðið fyri. Saman við grønlendsku fyritøkunum á messuni verður harafturat skipað fyri móttøku í kvøld, har fyritøkurnar hava høvi [...] høvi at bjóða sínum samstarvsfeløgunum við. Føroysku fyritøkurnar, sum eru við á Offshore Europe í ár, eru Atlantic Supply Base, Pam Offshore (MEST), Runavíkar Havn, Føroya Tele (Shefa), Atlantic Airways
Til Ólavsøkuna í ár hevur Tórshavnar Ítróttarráð í samstarvi við Tórshavnar Kommunu leigað allarhelst størsta einstaka aktivitetin, ið er sæddur í Føroyum. Talan er um eina 16 m høga Melduródn. Hetta er [...] er nakað, ið er kent frá flestu stóru Tivoli og fer uttan iva at seta lív í Skálatrøð. Melduródnin hevur fingið navnið Tórsódn. Tórshavnar ítróttarráð skipar fyri tivoli og øðrum undirhaldi á Skálatrøð