Fleiri línuskip landa mánadagin

Fleiri línuskip koma inn at landa mánadagin. Tey hava antin verið undir Íslandi ella á Byrenbank - og ein hevur verið á djúpum vatni eystanfyri.

- So, tað verður nógv av toski, brosmu, blálongu og lira. Nakað verður eisini av svartkalva og longu. Seinni í vikuni koma tvey línuskip eisini inn at landa. Tey hava bæði verið á Íslandsrygginum.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum um tilfeingi fyri komandi viku.

Um útróður verður sagt, at streymurin verður ringur, og veðrið verður heldur ivasamt. Tí verður ikki roknað við teimum stóru nøgdunum av útróðrarfiski í komandi viku.

- Tríggir djúpvatnstrolarar eru á djúpum vatni og fiska svartkalva og kongafisk. Fýra royna eftir upsa. Hesi skip koma inn gjøgnum vikuna.

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at allir partrolararnir fiska upsa. Fiskiskapurin er misjavnur, men smáligt er fyri tað mesta. Partrolararnir koma eisini inn at landa, sum vikan gongur.

- Bara ein trolbátur er til fiskiskap og kemur inn at landa mánadagin komandi. Eitt garnaskip fiskar havtasku og landar miðskeiðis í vikuni - og eitt garnaskip fiskar svartkalva og landar mánadagin, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um metingarnar fyri komandi viku.