Elvis sæddur við Gjógv

Javnan koma søgur, ið siga, at Elvis Presley er á lívi, og at hann er sæddur.

Elvis Presley, rock-kongurin, doyði  16. august í1977.

 

Síðani tá hava javnan søgur tikið seg upp, ið halda uppá, at hann er ikki deyður, tí fólk siga seg hava sæð hann her og har.

 

Mikudagin sást Elvis við Gjógv millum ferðafólk har.

 

Hetta var, sum myndin vísir, sum at síggja sjálvan Elvis, men talan er sjálvandi um Kjell Elvis úr Noreg, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum.

 

Hann livir av at líkjast Elvis og at fara á pall sum Elvis.

 

Hvørt hann syngur eins væl og Elvis Presley má kann hvør einstakur sjálvsagt meta um, men óivað er breið semja um, at Kjell Elvis líkist sera nógv Elvis Presley.

 

 Kjell Elvis (Kjell Henning Bjørnstad) fer at syngja á torginum í SMS leygardagin klokkan 13.

 

Kjell Elvis er hálvur føroyingur, hálvur eiðismaður.