Tá nýggja samgongan í gjár tók við valdinum í Føroyum, kundu teir tríggir samgonguformenninir vísa á ein meiriluta á seytjan tingfólk.
Tað broyttist tó alt, tá seytjandi tinglimurin, javnaðartinglimurin Sonja J. Jógvansdóttir, um midnáttarleitið boðaði frá, at hon trekti seg úr Javnaðarflokkinum.
Harvið fór Javnaðarflokkurin frá átta til sjey tinglimir, meðan samgonguflokkarnir mistu meirilutan í tinginum.
Tað fær tó ikki nakrar avleiðingar fyri samgonguna, tí parlamentariska skipanin er skipað soleiðis, at ein samgonga skal hava meirilutan móti sær fyri ikki at kunnu sita.
Tað hevur samgongan ikki, tí tá Sonja J. Jógvansdóttir í nátt boðaði frá, at hon tók seg úr Javnaðarflokkinum, segði hon samstundis, at hon enn stuðlar samgonguni, tí hon ynskir at halda Fólkaflokkinum frá valdinum.
Sostatt kann samgongan halda fram, hóast samgonguflokkarnir ikki hava meirilutan á tingi.