Fleiri føroyskar fyritøkur luttaka á stóru oljumessuni Offshore Europe, sum byrjar í dag.
Umleið 30 føroyingar eru farnir úr Føroyum til Aberdeen, har stóra oljumessan er hesa vikuna.
Tað veit heimasíðan hjá Vinnuhúsinum at siga.
Luttakandi føroysku fyritøkurnar eru samlaðar á einum føroyskum landabási, sum Promote Faroe Islands í samstarvi við Oljuvinnufelagið hevur staðið fyri. Saman við grønlendsku fyritøkunum á messuni verður harafturat skipað fyri móttøku í kvøld, har fyritøkurnar hava høvi at bjóða sínum samstarvsfeløgunum við.
Føroysku fyritøkurnar, sum eru við á Offshore Europe í ár, eru Atlantic Supply Base, Pam Offshore (MEST), Runavíkar Havn, Føroya Tele (Shefa), Atlantic Airways, Vónin, Faroe Ship, Vága Floghavn, Tórshavnar Havn, Vágs Havn og Atlantic Petroleum. Harafturat verða umboð fyri Jarðfeingi og FOIB við á túrinum.
Offshore Europe 2013 endar fríggjadagin 6. september.