Allir vegir førdu til Kongabrúnna

Nærum 3.000 fólk vitjaðu torgið á Kongabrúnni undir ársins mentanarnátt.

 

Heili 2.912 fólk vitjaðu høvuðssætið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum mentanarnáttina. Evnið í ár var ferðing. Tí varð torgið á Kongabrúnni umskapað til eina lítla miðalhavsbygd, har tey vitjandi fingu møguleika at kenna seg aftur sum ferðafólk sunnanfyri. Tryggingarfelag Føroya skipaði fyri, saman við ferðastovunum í býnum.

 

Torgið var skrýtt við klæðum og lutum, ið vanliga minna okkum um lívið við Miðalhavið. Eisini vóru hópin av angandi blómum hongdar upp á mongu brúgvarnar í bygninginum, soleiðis at tað veruliga angaði av suðurlendskum hýri á Kongabrúnni fríggjakvøldið. Tey vitjandi fingu eisini bjóðað ókeypis tapas smakkiroyndir, miðalhavstónleik og gávulutir. Umboð fyri ymiskar ferðaskrivstovur vóru somuleiðis á staðnum og bjóðaðu serlig ferðatilboð, ið einans vóru galdandi hetta kvøldið. Ferðaskrivstovurnar lótu væl at tiltakinum og upplýstu, at áhugin er stórur millum føroyingar at leita sær uttanlands at ferðast í ár.