Aftaná eina ræðuliga tunga byrjan upp á kappingarárið hava Ari í Haraldsstovu Petersen og liðfelagarnir í ÍBV veruliga fingið gongd á í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Í dag vann ÍBV triðja dystin á rað. Í dag var Stjarnan á vitjan á Hásteinnsvøllinum í Heimey, og eydnaðist tað ÍBV at vinna dystin 2-1. Øll málini vóru skotin fyrstu 32 minuttirnar av dystinum.
ÍBV-Stjarnan 2-1 (2-1)
0-1 Benedikt V. Warén ('1 )
1-1 Sesar Örn Harðarson ('28 )
2-1 Bjarki Björn Gunnarsson ('32 )
ÍBV er nummar níggju í deildini við 11 stigum.
Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin í 71. minutti, tá lið hansara, KA tapti 1-3 fyri Breiðablik. Øll málini vóru skotin í seinna hálvleiki.
Breiðablik-KA 3-1 (0-0)
1-0 Ágúst Orri Þorsteinsson ('58 )
1-1 Birgir Baldvinsson ('63 )
2-1 Óli Valur Ómarsson ('74 )
3-1 Arnar Bjarki Gunnleifsson ('85 )
KA er nummar 10 í deildini við 10 stigum.
Víkingur Reykjavík megnaði uttan Gunnar Vatnhamar á útivølli at vinna stórsigur 5-0 (2-0) á Fram.
Víkingur er greitt oddalið við 34 stigum fyri 12 dystum.
Hóskvøldið klokkan 20.15 spælir Víkingur dyst á útivølli móti Breiðablik. Komandi sunnukvøld klokkan 18 spælir ÍBV dyst á útivølli móti FH. Somu klokkutíð tekur Stjarnan móti KA í Garðabær.











