Tað ger hann í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.
– Hjartaliga tillukku við tjóðardegnum til øll fólk á fantastisku oynni Grønlandi. Má hesin dagur minna tykkum á ríku mentanina, siðirnar og virðini, sum eyðkenna arv tykkara, skrivar Landry.
Hann leggur afturat, at USA skjótt hátíðarheldur 250 ára dagin fyri fullveldi.
– Meðan USA nærkast sínum 250 ára fullveldisdegi, hátíðarhalda vit frælsi og møguleikar. Kanska kann 251 ára føðingardagurin hjá USA verða hildin við einum 51. stati, skrivar hann og leggur amerikanska og grønlendska flaggið afturat.
USA, sum í dag hevur 50 statir, hátíðarheldur 250 ára dagin fyri sjálvstyri 4. juli í ár.
Donald Trump hevur fleiri ferðir sagt, at hann ynskir, at USA skal yvirtaka Grønland, og hevur grundað hetta við trygdarpolitiskum atlitum.
Jeff Landry varð í desember í fjør settur í nýggja starvið sum serligur sendimaður hjá USA til Grønlands.
Í mai vitjaði hann í Grønlandi, har hann hevði fund við landsstýrið.
Eftir fundin segði landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, at boðskapurin frá grønlendsku stjórnini hevði verið greiður.
– Vit søgdu, at Grønland og grønlendska samfelagið skulu virðast, segði Jens-Frederik Nielsen á tíðindafundi.
Áðrenn Landry fór úr Grønlandi, segði hann við Sermitsiaq, at USA hevur tørv á at endurreisa sína hernaðarligu nærveru í Grønlandi.
– Vit hava bara eina linju. Hon er reyð, hvít og blá. Tit mugu minnast til, at áhugin hjá forsetanum fyri Grønlandi stavar frá, at Grønland liggur í vestara heimspartinum, segði hann.
USA hevur í løtuni eina herstøð í Grønlandi, Pituffik Space Base, sum fyrr varð nevnd Thule-herstøðin. Fyrr hevði USA 17 herstøðir í Grønlandi.
Sambært BBC hava amerikanskir embætismenn á fundum við Danmark skotið upp at lata upp tríggjar nýggjar herstøðir í sunnara parti av Grønlandi. Tær upplýsingarnar eru tó ikki alment váttaðar.
/ritzau/











