Kortini turt

Ælingur mikudagin, annars yvirhøvur turt hesa vikuna, kanska okkurt æli um vikuskifti.

Hóast tað í gjár var boða frá nógvum veðrið, so eru veðurvánirnar nakað frægari í dag. Tað verður neyvan so vátt sum væntað, tó so, nógvur vindur verður seinni í vikuni.

 

Týsdagin verða 7-12 m/s av landsynningi, yvirhøvur turt og onkur sólglotti. Hitin millum seks og níggju stig. 

 

Mikudagin verð 15-20 m/s av landsynningi, ælingur, hitin millum sjey og tíggju stig.

 

Hósdagin verða 15-20 m/s av landsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum átta og ellivu stig.

 

Fíggjadagin verða 15-20 m/s av landsynningi og eystri, leygardagin nakað minni vindur. Okkurt æli og hitin millum átta og tólv stig.

 

Týsmorgunin fer eitt lágtrýst, 979hPa. vestanfyri Írland spakuliga vestureftir og brúgvalagið kemur hendavegin. Mikunáttina kemur brúgvalagið, sum er í ein útsynning úr Føroyum, hendavegin.