Spurningur um at selja Bank Nordik

Hanna Jensen, Framsókn, lýsti eftir einum almennum politikki um,hvat tað almenna skal eiga í privatum fyritøkum

 -Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at selja almenna ognarlutin í Bank Nordik.

 

Tað svaraði landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, tá ið Hanna Jensen, Framsókn, spurdi, um ítøkiligar eru um at selja partinhjá almennu Føroyum í Bank Nordik.

 

Landsstýriskvinnan segði, at hon sjálvandi ikki fær sagt so nógv um viðurskiftini, tí talan er um eina fyritøku, sum er skrásett á keypsskálanum.

 

-Men ongar ítøkiligar ætlanir eru um at selja almenna partin, segði hon.

 

Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin, segði, at tað sjálvandi hevur áhuga at vita, hvønn politikk samgongan hevur til almennar ognarlutir í fyritøkum.

 

Hanna Jensen helt, at tað er munur á um tað almenna eigur meirlutan ella tildømis 25 prosent í einari fyritøku.

 

-Hava almennu Føroyar meirlutan, so ber til at reka politikk, men hvat er endamálið, tá ið talan er um ein minnilutapart, spurdi hon.