skal tað vera, sigur Malena. At Andreasen-tvíburðarnir fara at styrkja munandi um liðið hjá KÍ, er eingin sum helst ivi um, og Malena sigur, at haraftrat er Johanna Vang farin at venja aftur, og hon hevur [...] við á liðið, men um hetta eydnast, er enn ikki greitt, tí Margit kemur ikki til Føroya fyrr enn í dag, tí hon hevur verið á Gotlandi og leikt við føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti. Um allar hesar eru [...] Eydnast tað kvinnunum hjá KÍ at vinna steypið, samstundis sum menninir seinni sunnudagin gera tað sama, so heldur Malena, at klaksvíkingar fara at fáa ein ógloymandi túr norður til Klaksvíkar aftur við
Brend, sum fylti 30 henda sama dagin. Andres Lauk, sum eisini vann landavegskoyringina týsdagin, vísti seg enn eina ferð at vera tann sterkasti, tá á stóð, og hann fór fyrstur um málstrikuna einar tríggjar [...] súkklulongdir undan tí næsta. So tætt var tað, og besti føroyingurin bleiv Bogi Kristiansen, ið fór um málið sum tann fjórði í røðini. Lauk: Als ikki lætt Tað bleiv altso til eitt silvurmerki til føroysku [...] fer at gangast. Á Gotlandi gekk tað bara heilt væl, og føroysku súkklararnir hava einki at skammast um.
var mótstøðuliðið Strømgodset, sum á heimavøllinum hjá Kongsvinger, Gjemselund, vann 4-2. Um hetta er eitt tekin um, at Julian er millum teir spælararnar, sum vera settir á sølulistan hjá norska felagnum [...] heimavølli í Vestmannaoyggjunum vann 1-0 á Keflavík. Við sigrinum hevur ÍBV nú 17 stig, og tað er tað sama sum oddaliðið KR, sum tó hevur betur málurtøku, so at ÍBV liggur næstovast á stigatalvuni. Teir báðir [...] felagið hjá Toda ikki leggur so nógv í europeisku kappingini, er neyvan nakað dulsmál, og besta prógvið um hetta er, at hópurin hjá FCK bert hevði vant eina ferð undan dystinum móti polakkunum. Hetta gjørdi
Tað mundi smakka Anfinni Kallsberg, løgmannni, væl, at tað vóru klaksvíkingarnir, sum fóra avstað við steypinum, men løgmaður, sum segði nøkur orð um týdningin av at seta sær høg mál og at arbeiða fyri [...] FSF var stúgvandi fult við fólki í kanska síðstu steypafinaluni um løgmanssteypið á ovara vølli í Gundadali (tað hevði verið undarligt, um finalurnar í framtíðini ikki fara at vera á nýggja grasvøllinum) [...] maðurin hevur hægstu tignina í Føroyum, og hóast hann er valdur løgtingsmaður í Suðurstreymi, so mundi tað neyvan koma heilt illa við hjá Finnboga Ísakson, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík og umboðað
frið í brotsteiginum, og vilt tú tær sjálvum væl, so skalt tú ikki gera sovorðið, serliga ikki, um talan er um luftkríggj. Besta KÍ álopið, sum Harley Bertholdsen, Arnold Joensen og Marek Vierzbicki skipaðu [...] prógvar, at hann er vandamiklasti álopsmaðurin í landinum, hevjaði seg upp um allar mótstøðumenninar og stútaði bóltin, so hann kom inn um strikuna, áðrenn verjan fekk sparkað burtur, og so var 2-0. Nýggjar [...] fyri, at teir góvu ikki uppat. Kanska hugsaðu teir um, at tað áður er komið fyri, at KÍ hevur tveitt trygga leiðslu burtur í steypadysti í Gundadali, og um Jákup á Borg eitt korter undan leikloki ikki hevði
frágreiðingina til oljufeløg nakað herfyri, at henda seinasta kanningin snýr seg um norðara partin av Hvítsonuni. Frágreiðingin um sunnara partin av Hvítsonuni varð latin oljufeløgunum í fjør. Við hesum trimum [...] tit liva í. Vit gera slíkar kanningar um alla verðina, og flestu av teimum stóru oljufeløgunum eru kundar okkara. Hann leggur aftrat, at tað er ikki so løgið, um onkur oljufeløg eru varin, tí onkur feløg [...] Müller Nú undirgrundarmark loksins er sett millum Føroyar og Bretland eru Føroyar vornar størri og fevna um nærum 50% av tí Hvíta økinum, sum fyrr hevur ligið sum eitt ongamannaland millum Føroyar og Bretland
til at hugsa um at hava sláturneyt av vanligum slagi. Í staðin varð so valt at royna hesi neytini og so heldur gera einar tveir skúrar, ella meira at kalla takt ból, sum tey kunnu fara í, um veðrið verður [...] fyrimunir við hesum neytaslagnum er, at tað er sera lítið krevjandi, tá hugsað verður um fóður. Tey klára seg við lyngi, um tað skal vera. So væl átti at borið til at havt tey í Føroyum. Smátt er slagið eisini [...] Koltri, sigur Bjørn Patursson. Í Koltri ber ikki til at hava mjólkineyt, tí eingin kvota er. Av tí sama eru eingi fjós í Koltri løtuni, so ikki ber til at hava neytini standandi inni, sum vanligt annars
harafturat illgruna um, at tosið um at seta kravda uppsparing í verk til eftirløn hevur eitt annað endamál enn at tálma búskapinum. ? Eg havi illgruna um, at tá ið Bjarni Djurholm og onnur tosa um at seta kravda [...] seinastu dagarnar hevur tosað um at seta búskaparlig tiltøk í verk ímóti føroyingum. Tað var formaðurin í donsku ráðgevandi nevndini, sum seinasta vikuskiftið legði upp til kjak um at seta búskaparlig tiltøk [...] búskapinum er savnaður um miðstaðarøkið í Føroyum. ? Og hyggja eftir, hvat tað er fyri innflutningur, sum er vaksin so nógv, síggja vit somuleiðis, at øksturin í búskapinum er savnaður um nøkur heilt ávís øki
øki. Bretska útbjóðingin verður helst nakað fyrr. Fyri Føroyar hevði kanska verið best, um tær báðar vórðu um sama mundið. Hvat Grønlandi viðvíkur, so hevur tað ikki teirra áhuga í dag. [...] Sosialin, at felagið hevur enn ikki tikið endaliga støðu til, um tað fer at bjóða uppá teigar í fyrstu útbjóðing. Fyrst vilja teir vita meira um tær møguligu treytir, sum føroyskir myndugleikar fara at seta [...] eftir í bólkinum, og sum tíðin gongur og vit fáa meira at vita um treytir fyri útbjóðing fara vit eisini at taka støðu til spurningin um møguligt samstarv við onnur feløg. Tá alt hetta er klárt verður
eitt fjalladalsfylgi« verður nevnt um ein persón, sum skal fara sjálvbjargin yvir land og yvir hav, men meiningin er ikki, at tú skalt útilukkað tey sum eru rundan um teg, men leita eftir stuðli frá teimum [...] Vælkomin tit øll á Gøtusand at fegnast saman við okkum um, at vit nú endiliga eru liðug og at vit kunna gleðast yvir, at hava tikið eitt prógv, ið fer at lata dyr upp fyri okkum í framtíðini. Hesin dagur [...] dagur hevur staðið fastur í hugaheimi okkara, líka síðan vit fyri okkurt um tveimum mánaðum síðan spent fóru at taka mát til húgvurnar. Men hví hevur húgvan so nógv at siga fyri okkum studentar? Ein partur