Brúkt nógvan pening longu - bíða nú eftir treytunum

-Vit hava longu brúkt stórar upphæddir til kanningar á føroyaøkinum, og verða treytirnar fyri 1. útbjóðing ?tilrækkende?, so verða vit við í leitingini sigur Bo Wildfang, varastjóri í danska oljufelagnum

Millum mongu oljufeløgini, sum hava eyguni eftir føroysku undirgrundini, er danska oljufelagið ?Mærsk Olie og Gas?. Bo Wildfang varastjóri í AP Møller-felagnum sigur við Sosialin, at felagið hevur enn ikki tikið endaliga støðu til, um tað fer at bjóða uppá teigar í fyrstu útbjóðing. Fyrst vilja teir vita meira um tær møguligu treytir, sum føroyskir myndugleikar fara at seta til eitt nú serskatt ol. Eru hesar treytir ?tiltrækkende? sum hann málber seg, so vera teir við.

-Hetta er ikki nøkur nýggj støða hjá okkum, tí vit hava alla tíðina gjørt greitt, at avgerð fór ikki at verða tikin, fyrr enn vit kenna treytirnar, og hetta man helst eisini vera sama støða, sum flest onnur oljufeløg hava sigur Bo Wildfang.

Hann vísir á, at Mærsk OIie og Gas fylgir væl við gogndini í føroyskum øki og hava teir brúkt stórar upphæddir til kanningar higartil. Meira enn teir hava brúkt undan eini útbjóðing aðrastaðni í heiminum. Teir hava keypt mest sum alt til-farið, ið hevur verið á marknaðinum og eru tí rættiliga ?up to date? á føroyaøkinum.

Síðani Mærsk kom sær uppí kanningarnar á Føroyaøkinum eru fleiri ferðir hendar broytingar í bólkinum teir eru í. Fyrst varð Union Texas selt til Arco, síðani var Fina yvir-tikið av Total og nú loksins varð Amoco uppkeypt av BP.

-Í dag eru bert Veba Oil og vit eftir í bólkinum, og sum tíðin gongur og vit fáa meira at vita um treytir fyri útbjóðing fara vit eisini at taka støðu til spurningin um møguligt samstarv við onnur feløg.

Tá alt hetta er klárt verður felagið so at samanbera føroyska økið við onnur leitiøki, og tá kemur sjálvandi bæði spurningurin um olju-prísirnar og møguleikarnar fyri at finna olju at hava nakað at siga.

Bo Wildfang vísir á, at síðani AP Møller fekk konsessión í Norðsjónum hava teir ikki verið við í øllum útbjóðingum. Teir meta nágreiniliga um lønsemi og møguleikar í hvørjari útbjóðing og eru ikki við bara fyri at vera við. Peika hesi tann skeiva vegin, so eru teir ikki við. Og júst tað sama verður galdandi við Føroyar. Tað er samlaða fíggjarliga myndin, sum ger av, hvat felagið ger.

Nú ætlanir eru frammi hjá einum av systurfeløgunum hjá Mærsk Olie og Gas, nevniliga DANBOR Ser-vice at vera við í eini verkætlan at gera Drelnes til oljuútgerðarhavn spurdu vit Bo Wildfang, um teir fegnir síggja, at systurfelagið fer at hava eydnuna við sær á Drelnesi!

-Hetta hevur sjálvandi einki við okkara arbeiðsøki at gera, men tað er eingin loyna, at vit fegin sóu, at DANBOR var við til at byggja upp ein ?basa? í Føroyum. Men hann leggur aftrat: Basin má vera kapp-ingarførur.

Mærsk Olie og Gas var við til at bjóða í bretskum øki vestan fyri Hetland í 17. rundu, men tað var ein kiksari, sum hann málber seg. Nú fara teir so at fylgja við komandi útbjóðingum bæði á bretskum og føroyskum øki. Bretska útbjóðingin verður helst nakað fyrr. Fyri Føroyar hevði kanska verið best, um tær báðar vórðu um sama mundið. Hvat Grønlandi viðvíkur, so hevur tað ikki teirra áhuga í dag.