Ein roynd at lumpa fólkatrygging inn á føroyingar

?Tað er fullkomiliga óneyðugt at seta búskaparlig tiltøk í verk ímóti øllum føroyingum yvir ein kamb. Tí vanligi føroyingurin livir ikki í nøkrum forbrúks-rúsi. Tvørturímóti stúri eg fyri, at hetta er ein umvegis roynd at fáa tað ósolidarisku fólkatryggingina hjá fólkaflokkinum setta í verk í Føroyum, heldur Jóannes Eidesgaard

?Vanligi føroyingurin livir ikki í nøkrum nýtslu-rúsi.

?Tí er tað eisini heilt óneyðugt at seta búskaparlig tiltøk í verk, sum raka allar føroyingar yvir ein kamb.

Jóannes Eidesgaard, formaðurin í størsta andstøðuflokkinum á tingi, javnaðarflokkinum, ætlar sær ikki upp í kórið, sum hesar seinastu dagarnar hevur tosað um at seta búskaparlig tiltøk í verk ímóti føroyingum.

Tað var formaðurin í donsku ráðgevandi nevndini, sum seinasta vikuskiftið legði upp til kjak um at seta búskaparlig tiltøk í verk í Føroyum

Í samrøðu við eitt danskt blað seinasta vikuskiftið helt danski vísmaðurin, at nú er ov nógv ferð aftur komin á føroyska búskapin, og at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at tálma vøkstrinum.

Síðani hevur formaðurin í fíggjarnevndini, Bjarni Djurholm, mælt til kravda uppsparing til eftirløn og landsbankastjórin hevur eisini mælt til kravda uppsparing, sum kann fara til eftirløn.

Og fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, hevur sagt, at hann fylgir gjølla við gongdini og at tað kann verða neyðugt við tiltøkum seinni í ár, um vøksturin í búskapinum heldur fram við somu ferð sum higartil. ? Og eisini hann nevnir kravda eftirlønaruppsparing sum ein møguleika.

Men hesum er Jóannes Eidesgaard als ikki samdur í.

Hann sigur, at tað undrar seg, at Arne Larsen leggur eftir føroyska búskapinum, bæði tí at hann skal gera eina nýggja frágreiðing um føroyska búskapin í summar.

? Men tað er heldur ikki longri síðani enn í heyst, at hann kunngjørdi, at nú var rúm fyri lønarhækkingum í føroyska samfelagnum.

? Ein lønarhækking hevði uttan nakran sum helst iva komi undir øllum umstøðum.

? Men tað er heldur einki at ivast í, at hetta úttalilsi setti skump undir lønarhækkingina.


Ójavnt er býtt

Formaður javnaðarfloksins er eisini grundleggjandi ósamdur í, at tað er neyðugt við búskaparligum tiltøkum.

? Tað er ikki vanligi føroyingurin, sum brúkar ov nógv, ella sum setir ov nógva ferð á búskapin.

Tí vit vita, at vanliga verkafólkið hevur framvegis ikki ov nógv at rumma við.

? Tey nýggjastu hagtølini vísa eisini, at innflutningurin til beinleiðis nýtslu er ikki vaksin meiri enn 5% higartil í ár, afturímóti somu tíð í fjør.

? Og tað skal góður vilji til at kalla tað ?en forbrugerfest?

Jóannes Eidesgaard sigur, at hann saknar, at tølini fyri búskapin verða granskað nærri.

Tí verða tey tað, er tað nógv, sum bendir á, at vøksturin í búskapinum er savnaður um miðstaðarøkið í Føroyum.

? Og hyggja eftir, hvat tað er fyri innflutningur, sum er vaksin so nógv, síggja vit somuleiðis, at øksturin í búskapinum er savnaður um nøkur heilt ávís øki.

Tølini vísa, at tað er ikki minst innflutningurin av bilum, sum hevur gjørt eitt satt skarvslop uppeftir

? Innflutningurin av bilum er vaksin yvir 50% í seinastuni.

? Men harafturat er tað serliga innflutningurin av maskinum og amboðum og fóðuri til alivinnuna, sum er nógv vaksin.


Óneyðugt at raka allar føroyingar

Jóannes Eidesgaard heldur tí ikki, at tað er rætt at seta búskaparlig tiltøk í verk, sum raka allar føroyingar yvir ein kamb, tí vanligi løntakarin fær nóg illa endarnar at røkka saman sum er.

Tí er hann heldur ikki við uppá, at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk sum heild.

?Men er tað neyðugt at seta tiltøk í verk, so skal tað gerast, har vøksturin er ov stórur og har trupulleikin tískil er.

? Er eitt nú innflutningurin av bilum ov stórur, ber til at hækka avgjøldini á bilum, tí so fæst tamarhald á tí trupulleikanum.

? Tað kann ikki verða rætt at seta tiltøk í verk, sum raka allar føroyingar, ?bara? fyri at loysa ein ávísan trupulleika - ella nakrar heilt fáar.

? Skal ein ávísur trupulleiki loysast, ber til at seta tiltøk í verk, sum loysa tann ávísa trupulleikan, uttan at tað rakar øll onnur eisini.

? Tað nýttar lítið at trakka á bremsurnar hjá vanliga løntakaranum, tá ið tað ikki er hann, sum hevur tað stóru nýtsluna.

? Tað fyrsta, vit mugu gera, er at kann eftir, hvat tað sum hendir við búskapinum og, hvar vøksturin er ov stórur, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Men eg haldi, at tað verður áhugavert at síggja, hvat ein samgonga við fólkaflokkinum á odda, fer at gera fyri at tálma innflutninginum av bilum.

? Tað verður eisini áhugavert at síggja, hvat samgongan fer at gera fyri at tálma innflutningin av maskinum til vinnulívið.

? Tí innflutningur av maskinum til vinnulívið kann verða ein ábending um eina vinnuliga menning og tað skuldi avgjørt verið eitt positivt tekin.

? Men eg sakni, at tað verður kanna, um hesin innflutningurin er eitt úrslit av eini veruligari vinnuligari menning, ella um hesar maskinurnar verða brúktar privat, ella til endamál, tær ikki eru ætlaðar til.

Hann sigur, at tað av tí sama, heldur ikki ber til at seta eina kravda eftiruppsparing í verk, sum rakar øll líka.

? Tí fyri tað fyrsta er tað rættiliga stórur munur á fastløntum og tímalæntum. ? Men tað er eisini rættiliga stórur munur á løntakarunum úti um landið og so teimum í miðstaðarøkinum.


Ikki alt ísenn

Annars heldur formaður javnaðarfloksins, at ein máti at stýrt búskapinum, var at gjørt eina neyvari raðfesting av almennu íløgunum.

? Hendan samgongna hevur stórar ætlanir. Men tað er ongin sum sigur, at hendan samgongan skal gera allar tær neyðugu íløgurnar einsamøll.

? Eg sakni, at vit fáa eina semju ímillum so stóran part av løgninginum sum gjørligt um at raðfesta tær almennu íløgurnar eini 10 ár fram t.d.

? Tí at gera ov nógv í senn ger sanniliga sítt til at búskapurin verður ov heitur.


Lumpa fólkatryggingina inn á føroyingar

Jóannes Eidesgaard hevur harafturat illgruna um, at tosið um at seta kravda uppsparing í verk til eftirløn hevur eitt annað endamál enn at tálma búskapinum.

? Eg havi illgruna um, at tá ið Bjarni Djurholm og onnur tosa um at seta kravda eftirønaruppsparing í gildið, er tað ikki so nógv av umsorgan fyri føroyska búskapinum.

?Eg haldi, at tað man vera líka nógv fyri at spakiliga at slóða fyri kongstankanum hjá fólkaflokkinum um eina fólkatrygging inn á føroyingar.

? Eg havi varhugan av, at endamálið er at seta eina kravda uppsparing í gildi fyri umvegis at fáa ein gongd á fólkatryggingina hjá Fólkaflokkium.

Og hann nýtir í hesum sambandi einaferð enn høvi til at ávara ímóti fólkatryggingina hjá fólkaflokkinum, sum hann kallar ósolidariska, tí har skal hvør sæta sær.

?Hon er ósolidarisk, tí tann, sum forvinnur nógv, skal eisini fáa stóra eftirløn, meðan tey tímaløntu skulu verða í einum almennum fátækrakassa.

? Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at vit varðveita samhaldsfestið í eftirlønarskipanina.

? Tvs, at vit mæla heldur til at styrkja samhaldsfasta eftirlønargrunnin.

? í Samhaldsfasta betala øll eftir evnum, men øll fáa líka nógv útaftur.

? Men harafturat betala eisini arbeiðsgevarar í Samhaldsfasta, og tað er tann ábyrgdin, sum fólkaflokkurin vil sleppa teimum undan við fólkatryggingini.

? Tað er avgjørt neyðugt at hava eina samhaldsfasta pensjón, sum er á einum støði, at tað ber til at liva av henni.

? So kann tann, sum hevur hug og ráð, stovna sínar egnu skipanir afturat. Tað er onki, sum forðar fyri tí.

sigur Jóannes Eidesgaard.