Føroyingar eiga tríggjar kvinnuligar fótbóltsleikarar, sum til dagligt leika í bestu donsku kvinnudeildini. Tær tríggjar Helga Ellingsgaard úr Havn og tvíburðarnir Ragna og Rannvá Andreasen úr Klaksvík spæla til dagligt við danska felagnum Rødovre, men sunnudagin koma tvíburðarnir at spæla ímóti sínum føroyska liðskipara í Rødovre, Helgu, tá ið tær vera á kvinnuliðnum hjá KÍ, sum skal spæla steypafinalu ímóti HB, ið fer at hava Helgu á liðnum.
HB er favorittur
Tað er einki dulsmál, at tað er HB, sum er favorittur til at vinna finaluna sunnudagin. Havnarliðið liggur klárt á odda í 1. deild hjá kvinnum, men seinasta leygardag hittust HB og KÍ í Havn, og tá endaði dysturin við javnleiki.
Liðskiparin hjá HB, veteranurin Eyðvør úr Dímun, sigur, at tær í HB eru ógvuliga spentar til dystin sunnudagin, og at tær vænta sær harða mótstøðu. Liðið hjá HB er ógvuliga ungt, men Eyðvør heldur ikki, at hetta er nakar vansi, tí so at siga allar á liðnum hava roynt at spælt steypafinalu áður, hóast fleiri teirra ikki eru meiri enn eini 17-18 ár.
Sum áðurnevnt, so eru kvinnurnar hjá HB styrktar, tí at Helga Ellingsgaard er komin heim í summarfrí, og haraftrat er fyrrverandi toppskjúttin, Teresa Johnsson, komin heim aftur eftir at hava verið eitt ár í Mikronesia.
Venjari hjá HB-kvinnunum er Malan Mohr, og er hon helst fyrsti kvinnuligi høvuðsvenjarin í 1. deild hjá kvinnum. Ikki kann sigast annað, enn at hon higartil er komin stak væl frá uppgávuni.
Eyðvør úr Dímun sigur seg vænta, at klaksvíkskvinnurnar fara at fáa størri uppbakning av áskoðaraplássunum, tí at nógvir klaksvíkingar uttan iva fara at koma suður við Smyril sunnumorgunin og fara beina kós niðan í Gundadal at stuðla kvinnunum úr Klaksvík. Men tær í HB ætla sær so at gera sítt til, at í hvussu so er ikki kvinnusteypið endar í Klaksvík.
Nú skal tað vera
Ein av royndastu leikarunum hjá KÍ-kvinnunum er Malena Josephsen. Sjálv hevur hon leikt tvær steypafinalur undan hesari, men enn hevur ikki eydnast henni at vinna finaluna, so nú skal tað vera, sigur Malena.
At Andreasen-tvíburðarnir fara at styrkja munandi um liðið hjá KÍ, er eingin sum helst ivi um, og Malena sigur, at haraftrat er Johanna Vang farin at venja aftur, og hon hevur drúgvar royndir frá síni tíð í B36. Eisini ætla KÍ-kvinnurnar at fáa Margit Joensen við á liðið, men um hetta eydnast, er enn ikki greitt, tí Margit kemur ikki til Føroya fyrr enn í dag, tí hon hevur verið á Gotlandi og leikt við føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti. Um allar hesar eru við, so kann KÍ ikki manna sterkari kvinnulið í ár, heldur Malena Josephsen.
Eftir dystin í Havn seinasta leygardag, tá ið HB og KÍ leiktu javnt 3-3, hava klaksvíkskvinnurnar av álvara fingið blóð upp á tonna. Sjálv heldur Malena, at eydnast tað hjá KÍ at pakka Eyðvør úr Dímun og Helgu Ellingsgaard hjá HB inn, so er nógv vunnið.
Eydnast tað kvinnunum hjá KÍ at vinna steypið, samstundis sum menninir seinni sunnudagin gera tað sama, so heldur Malena, at klaksvíkingar fara at fáa ein ógloymandi túr norður til Klaksvíkar aftur við Smyrli sunnukvøldið. Malena er av teirri fatan, at skulu kvinnurnar hjá KÍ vinna nakað í ár, so má tað vera steypakappingina, tí í landskappingini er møguleikin helst farin.
Møtið fjølment
Bæði Eyðvør úr Dímun og Malena Josephsen vóna, at tað fara at vera nógvar áskoðarar til dystin sunnudagin. Alt ov ofta kunnu áskoðararnir til ein kvinnudyst í Havn teljast á einari hond, men tær vóna, at sunnudagin verður støðan ein heilt onnur.
Steypafinalan hjá kvinnum verður leikt á ovara vølli í Gundadali sunnudagin klokkan hálvgum eitt, og dómari verður Suni Johansen úr Sandavági.