Olja lekur upp úr undirgrundini nógva staðnis á Atlantsmótinum

Herfyri sendi norska fyritøkan ?Surface Geochemical Services? út úrslitið av triðju kanningini av havbnotninum á Atlantsmótinum til fleiri oljufeløg. Niðurstøðan er tann, at olja lekur upp úr undirgrundini fleiri staðnis á øllum Atlantsmótinum. Ikki minst áhugaverd er sunnari partur av Hvíta økinum, sum við marknasemjuni er føroyskt øki.

Jan Müller


Nú undirgrundarmark loksins er sett millum Føroyar og Bretland eru Føroyar vornar størri og fevna um nærum 50% av tí Hvíta økinum, sum fyrr hevur ligið sum eitt ongamannaland millum Føroyar og Bretland.

Tað er greitt, at tær mongu kanningarnar, sum eru gjørdar í hesum fyrr umstrídda økinum, nú koma væl við hjá oljufeløgum, sum eru áhugað í føroyska økinum. Eitt av feløgunum, sum hevur gjørt kanningar í Hvíta økinum er norska fyritøkan ?Surface Geochemical Services?.

Fyritøkan gjørdi kanningar á føroyska landgrunninum í 1996. Talan er um kjarnuroyndir, ið verða tiknar á botninum og nakrar metrar niður. Tá staðfesti norska fyritøkan, at olja lak upp úr undirgrundini. Stutt frammanundan hevði eitt australskt felag við serstøkum kanningum frá flogfari funnið fram til, at olja úr undirgrundini var á sjónum fleiri staðni kring Føroyar.

Norska fyritøkan gjørdi árini eftir í 97 og 98 líknandi kanningar í Hvíta økinum. Í báðum førum vísa kanningarnar tað sama sum á føroyaleiðini: at olja lekur upp úr undirgrundini.

Malvin Bjøroy frá norska felagnum segði við Sosialin, tá teir vóru í ferð við at senda seinastu frágreiðingina til oljufeløg nakað herfyri, at henda seinasta kanningin snýr seg um norðara partin av Hvítsonuni. Frágreiðingin um sunnara partin av Hvítsonuni varð latin oljufeløgunum í fjør.

Við hesum trimum kanningunum av fyrst føroyska landgrunninum, síðani sunnara partinum av Hvítsouni og at enda norðara partinum av Hvítsonuni hevur ?Surface Geochemical Services? fingið eina rættiliga góða mynd av øllum Atlantsmótinum.

Nú er tað so, at royndirnar, sum verða tiknar í móru og evju á sjálvum havbotninum, siga okkum ikki nakað um nøgdirnar av olju og møguleikar fyri goymslum, men kortini geva tær eina hóming av, hvar og hvussu møgulig oljuøki síggja út.

Malvin Bjøroy sigur, at teir við hesi seinastu kanningini bara kunnu endurtaka, at ?der helt klart og entydigt er dannet olie i området?.

Hóast tað ikki ber til at siga nakað, um oljan er goymd í reservoirum, so er staðfestingin, at olja er gjørd í undirgrundini sera áhugaverd, tí tað er er fyritreyt fyri øllum øðrum.

Vanliga seta oljufeløgini, sum leita eftir olju og gassi tríggjar spurningar: er olja gjørd í undirgrundini? Eru har reservoirgrótsløg og eru har grótsløg, sum hava forðað oljuni í at guva burtur. -Vit kunnu bert svara tí týdningarmesta spurninginum, tvs. um olja er gjørd ?generert? í undirgrundini. Og hertil er svarið eitt greitt ja. Hinar spurningarnar mugu oljufeløgini brúka aðrar kanningarhættir at fáa svar uppá.

Tá vit søgdu Malvin Bjøroy frá, at tað eru oljufeløg, sum meta slíkar kanningar sum teirra sum einkisverdar og óbrúkiligar svarar hann rættiliga avgjørdur:

-Til teirra sum siga so er mítt svar: set fingurin í jørð-ina og finnið út av, hvørji øld tit liva í. Vit gera slíkar kanningar um alla verðina, og flestu av teimum stóru oljufeløgunum eru kundar okkara.

Hann leggur aftrat, at tað er ikki so løgið, um onkur oljufeløg eru varin, tí onkur feløg sum hava gjørt slíkar kanningar, hava gjørt hetta í skundi fyri at tjena skjótar pengar. Men soleiðis arbeiða teir ikki.

Um hesa seinastu kanningina í norðara partinum av Hvítsonuni sigur Malvin Bjøroy, at teir í einum lítlum øki vóru greið tekin til, at olja kom upp úr undirgrundini.

Hóast felagið eisini kundi staðfesta oljulekar úr undirgrundini í kanningini frá 96 á føroyska landgrunninum, so liggur basaltið tó sum ein forðing, og tess longur teir koma út í Hvítsonuna, har basaltið verður tynri og tynri, tess sjónligari eru oljulekarnir.

Malvin Bjøroy sigur annars, at teir í tí føroyska partinum av Hvítsonuni finna fleiri líknandi oljulekar sum annars hava verið at sæð kring oljufeltini Foinaven og Schiehallion.

Sosialurin skilur, at norska fyritøkan er ikki liðug við sítt arbeiði á Atlantsmótinum. Helst verða fleiri kanningar gjørdar.