Klaksvíkin í sigursrúsið

Finala um løgmanssteypið: Uppgerðin var tøtt og munurin var enn eina ferð, at KÍ hevði størri úrtøku enn B36 menninir

Nýggja løgmanssteypið skal sítt fyrsta ár standa í skápinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag. Tað varð avgjørt á ovari vølli í Gundadali í einari spennandi, ferðmiklari og viðhvørt væl spældari finalu við so góðum karmi, sum tað næstan bara kann droymast um. Veðrið var av tí fagrasta, og áskoðararnir vóru so nógvir sum sjáldan áður.

Serliga vóru tað klaksvíkingarnir, sum settu dám á. Enn eina ferð var tað sjón fyri søgn, at samanhaldið og lokali samleikin eru nógv størst, tá stríðið er allar aðra staðni enn á heimavølli. Ein lítil fimtingur av øllum teimum, sum búgva í Norðoyggjum, vóru í Gundadali sunnudagin, har klaksvíkingar í útlegd eisini vóru mannsterkir ? úr høvuðsstaðnum, Streymoy, Eysturoy, Vágum og Suðuroy, og eisini útisetar. Hetta samansetta liðið uppá eini fimtan hundrað fólk tók fullkomuliga valdið kring vøllin, og tað tóktist sum um B36 viðhaldsfólkini komu í minniluta í sínum egna spæliplássi.


Avgerðin

At steypið og atgongumerkið til europeiskan fótbólt komandi ár skuldu fara til Klaksvíkar, varð avgjørt tíðliga í 2. hálvleiki, tá B36 verjan tvær ferðir gav klaksvíkingum loyvi at bróta ígjøgnum í síðunum og umseta innleggini til mál.

Fyrra málið kom, tá hálvleikurin bara var góðar fýra minuttir gamal, og tað mundi kennast sum stór pøs av vatni í andlitið á B36 monnunum. KÍ var komið á odda, tá knappur hálvur tími var farin og ósketni í miðverjuni hevði við sær, at bæði Kurt Mørkøre og Rógvi Jacobsen vóru leysir og hesin seinni kundi sneiða framviuð málverjanum og trilla í tóma kassan, men síðsta korterið undan steðginum var B36 leikliga greitt omaná.

Ta løtuna vóru klaksvíkingar illa skipaðir, serliga tá teir sjálvir fingu fatur á bóltinum, B36 menninir funnu væl hvønn annan, og tað líka sum lá í luftini, at teir fóru at javna. Tað gjørdu teir ikki, men teir høvdu møguleikarnar, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk John Petersen størsta møguleikan í øllum dystinum, men úr níggju metrum mitt fyri málinum og púra leysur sendi landsliðsmaðurin við síðuna av.

B36 menninir mundu í steðginum hava eina kenslu av, at nú skuldi tað vera, og so var tað, at teir góvu Kurt Mørkøre frið í brotsteiginum, og vilt tú tær sjálvum væl, so skalt tú ikki gera sovorðið, serliga ikki, um talan er um luftkríggj.

Besta KÍ álopið, sum Harley Bertholdsen, Arnold Joensen og Marek Vierzbicki skipaðu í høgru, endaði við høgum innleggi til handara stólpan, Egin Høgnesen var á veg út, tveir hvítklæddir royndu at verja Kurt Mørkøre, men KÍ liðformaðurin, sum vikuskifti eftir vikuskifti prógvar, at hann er vandamiklasti álopsmaðurin í landinum, hevjaði seg upp um allar mótstøðumenninar og stútaði bóltin, so hann kom inn um strikuna, áðrenn verjan fekk sparkað burtur, og so var 2-0.


Nýggjar fyritreytir

Síðstu fjøruti minuttirnir lagaðu seg eftir fyritreytunum hjá KÍ. Teir løgdu seg ongantíð aftur í egnan brotsteig at sparka burtur, men teir góvu mótstøðumonnunum meiri pláss at spæla á, enn teir høvdu havt, og tað hevði við sær, at B36 menninir høvdu bóltin nógv.

Trupulleikin var, at teir høvdu ilt við at skapa opnar málmøguleikar. Í 1. hálvleiki sendi John Petersen heilt tíðliga í samankomingina, og ta einu ferðina vóru tveir spælarar akkurát ov stuttir til fínan tvørbólt, men í 2. hálvleiki vóru uppløgdu møguleikarnir fáir.

Tað var ov sjáldan, at B36 megnaði at bróta ígjøgnum í síðunum. Øssur Hansen, sum í báðum hálvleikunum hevði útgangsstøðu í høgru, men síðani fór í vinstra borð, og Ninoslav komu ikki ofta ígjøgnum í vinstru, sjálvt um verjan hjá klaksvíkingum kanska var mest opin her, tí Harley Bertholdsen lá frammarlaga, og í høgru var tað sjáldan, at Bjarni Prior kom til baklinjuna, og tá tað eydnaðist hjá B36 at koma ígjøgnum, vóru innleggini ikki nóg neyv, høgu bóltarnir vóru ov langir, og fløtu bóltarnar vóru Jan Andreassen og hansara menn fyrstir á.

Oftast endaði B36 síni álop mitt fyri málinum, og har var KÍ skansin sterkastur. Andrzey Pacek og Jan Andreassen vóru tryggir, og serliga í 2. hálvleiki var John Hansen, sum saman við Pacek hevði uppgávuna at halda landsliðsmonnunum í stuttum tjóðri, ein brandur.

Á miðvøllinum var Marek betri upplagdur enn leingi, og saman við Rógva Jacobsen og Jan Joensen vann hann eina rúgvu av bóltum, og serliga sum 2. hálvleikur leið, vóru klaksvíkingarnir, sum dugdu væl at lesa mótstøðumenninar av, drúgvari enn B36 miðvøllurin. Tomislav Sivic fekk ikki tann leiklutin, sum hann ofta hevur havt, Djóni N. Joensen, sum beinanvegin loysti Jan Guttesen av, fylti ikki nóg nógv í sentrala leiklutinum, og tá KÍ økti til 3-0, var tað málið eins nær, sum eitt møguligt B36 mál.

Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen og Jens Kristian Hansen vóru noyddir at fara langt fram, og tað hevði hol við sær í B36 verjuni. Fleiri ferðir var um reppið, at KÍ skuldi fáa mál, og miðskeiðis í hálvleikinum kom málið, sum staðfesti KÍ sigurin. Klaksvíkingar vunnu bóltin á miðvøllinum, Arnold Joensen sendi Heðin á Lakjuni, sum serliga í 1. hálvleiki hevði fingið ov lítið at arbeiða við, avstað, og ivaleyst skjótasti fótbóltsspælarin í Føroyum streyk til baklinjuna, sendi flatt innfyri, Kurt Mørkøre fekk fótin á, Egin Høgnesen hálvbjargaði, og Arnold Joensen togaði troyggjuna upp um høvd, tá hann hevði havt síðstu tánna á, áðrenn bólturin fór í netið.


Teir næstbestu roynast væl

Bæði á og kring vøllin var týðuligt, at KÍ leiðslan var mett so stór, at eingin møguleiki var hjá B36 at koma uppí aftur. Men havnarmenninir eiga rós fyri, at teir góvu ikki uppat. Kanska hugsaðu teir um, at tað áður er komið fyri, at KÍ hevur tveitt trygga leiðslu burtur í steypadysti í Gundadali, og um Jákup á Borg eitt korter undan leikloki ikki hevði sent brotssparkið uppum málið, sum varð dømt, tá Jan Andressen úti við baklinjuna feldi Arnbjørn Danielsen, so hevði møguleikin kanska verið har.

Tað restaðu níggju minuttir, tá Jens Kristian Hansen eftir fleiri ferðir eitt tvey samanspæl skoraði, men tað var ikki nóg mikið.

At spælararnir vóru væl fyri var eyðsýnt. Ferðin var alla tíðina høg, og nærdystirnir vóru nógvir. Eina løtu í 1. hálvleiki var tað týðuligt, at dømingin ørkymlaði spælararnar, og í 2. hálvleiki fingu tveir klaksvíkingar gult kort fyri at mótmæla, at dómarin tók fyrimun frá teimum, tá John Hansen hevði sett ferð á gjøgnum tunnu B36 verjuna og varð feldur.

Og so var tað, at dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. KÍ hevði undan ferðini til Eysturríki í august fingið trygd fyri nýggjum europeiskum ævintýri í Europa komandi ár, og í B36 mugu teir ásanna, at í ár eru tað ikki teirra landsliðsmenn, sum gera flestu málini, tá KÍ er mótstøðuliðið, men heldur klaksvíkingarnir, sum verða mettir ikki at vera meiri enn teir næstbestu.

Ítróttarsosialurin ynskir KÍ hjartaligu tillukku við sigrinum í steypafinaluni.