Føroya Ellisakfør fyri útferð við ellisakførum til Havnar. Seinastu nógvu árini hevur siður verið, at Føroya Ellisakfør skipa fyri útferð Kristi himmalferðardag. Soleiðis verður eisini í dag. Leiðin gongur [...] 14 og 16. Síðan verður farið ein túr í gomlu Havnini, har Marjus Rein, staðkendur havnarmaður, fer at greiða frá húsum og fólkum í gomlu Havnini – til ferðalagið aftur endar í felagshølunum yvir við Strond
Dráttur vann TB vann fyrstu finaluna og vóru favorittar at vinna í gjár, tá onnur FM finalan var á skránni í høllini á Hálsi. Her megnaði tó Dráttur at vinna 3-1. Tí var neyðugt við ein triðju og avgerandi
Írlandi. Skipið hevur fulla last, sum er stívliga 1550 tons. Varðin í Gøtu, sum eigur skipið, sigur, at Tummas T fær væl betri prís fyri lastina í Danmark, enn teir høvdu fingið, um teir landaðu í Fuglafirði [...] endanum apríl mánaði í fjør, tá skipið landaði sína fyrstu svartkjaftalast. Tað eru nú tvey ár síðan, at Tummas T, sum áður bar navnið Norderveg, varð keyptur úr Noregi, og meðan norðmenn áttu skipið, fiskaðu
Í dag vunnu íslendingar 3-0 á útivølli í Kasakstan. Hálvleiksstøðan var 2-0. Úrslitið ber við sær, at Ísland hevur 12 stig fyri fimm dystir. Tjekkia hevur 12 stig fyri fýra dystir, og Holland hevur 6 stig [...] stútara, og í síðsta minutti varð Birkir Bjarnason tvímálaskjútti. Íslendingar eru tríggjar dystir frá at vinna seg í fyrsta endaspælið nakrantíð: 12. juni Ísland-Tjekkia, 3. september Holland-Ísland og 6
Nattestad fullførdi dystin fyri Vejle, og hevði ein hepnan fót við í avgerandi støðum, har Lyngby søkti at Vejle-málinum. Viljormur Davidsen er tíverri ikki klárur aftaná skaðasteðg enn. Vejle er nummar fimm [...] fimm í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 41 stigum fyri 31 dystir. Tveir dystir eru eftir at leika í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
tilsamans. Í innleiðandi umfarinum gjørdist hann nummar trý, og mátti tí út í eitt eyka umfør, fyri at tryggja sær pláss í semifinaluni. Hetta gekk tó upp á stás, men tað gjørdi ikki sjálv semifinalan. [...] gjørdist hann nummar tvey. Hann róði sín besta róður júst í B-finaluni, sum var einastu ferð, hann megnaði at rógva undir sjey minuttir. Damir Martin úr Kroatia gjørdist evropameistari, Ondrej Synek úr Tjekkia
ferð vegna skaða. Tí er Bjarni Nielsen fyribils ein sterkur favorittur til at endurvinna heitið. Tó veit Bjarni hvussu tað er at verða undirtippaður. Tað eru hinir fimm luttakarnir hesaferð. Tríggi teirra
ivaleysur í, at talan er um ein stórt savn av dýrgripum. Jógvan greiðir frá hvussu arbeitt hevur verið fram ímóti hesari útgávuni. Hann greiðir eisini frá hvat slag av sangum og sálmum eru at finna í nýggju
uttanríkisøkinum, sum verður seinnapartin mánadagin. - Eg haldi meg ikki siga ov nógv, tá ið eg staðfesti, at sjáldan áður hava vit rokkið so góðum úrslitum á uttanríkispolitiska økinum sum júst hetta valskeiðið [...] Tað tryggjar ongan framburð. Avbjóðingarnar á uttanríkispolitiska pallinum eru stórar. Mín vón er, at vit fáa eitt kveikjandi kjak í sambandi við aðalorðaskiftið mánadagin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
av Reyni, fyrrverandi formanni í Sosialistisk Ung. Sosialurin avdúkaði fyri nøkrum mánaðum síðani, at Kristianna Winther Poulsen vildi sleppa á listan hjá Javnaðarflokkinum, og tað ynski er henni eftirlíkað [...] Javnaðarfelag eftir fyrsta uppstillingarfundin í gjárkvøldið. Áður hevur Sosialistisk Ung boða frá, at Oda Kjartansdóttir Strøm stillar upp fyri tey.