Ísland hevur kós í EM endaspælið

Við sannførandi 3-0 útisigri ímóti Kasakstan hevur Ísland í dag styrkt um sína støðu

Ísland hevur kós ímóti EM endaspælinum, sum um eitt stórt ár verður í Fraklandi. Í dag vunnu íslendingar 3-0 á útivølli í Kasakstan. Hálvleiksstøðan var 2-0. Úrslitið ber við sær, at Ísland hevur 12 stig fyri fimm dystir. Tjekkia hevur 12 stig fyri fýra dystir, og Holland hevur 6 stig fyri fýra dystir. Í kvøld eru tveir dystir í bólki A: Tjekkia-Letland og Holland-Turkaland.

Tað var superveteranurin Eiður Guðjohnsen, sum eftir mistak í heimaverjuni legði Ísland framum 1-0 í 20. minutti. Tólv minuttir seinni økti Birkir Bjarnason við stútara, og í síðsta minutti varð Birkir Bjarnason tvímálaskjútti.

Íslendingar eru tríggjar dystir frá at vinna seg í fyrsta endaspælið nakrantíð: 12. juni Ísland-Tjekkia, 3. september Holland-Ísland og 6. september Ísland-Kasakstan.