Sverri Nielsen gjørdist nummar tvey í B-finaluni í EM í rógving. Tískil gjørdist hann nummar átta tilsamans.
Í innleiðandi umfarinum gjørdist hann nummar trý, og mátti tí út í eitt eyka umfør, fyri at tryggja sær pláss í semifinaluni. Hetta gekk tó upp á stás, men tað gjørdi ikki sjálv semifinalan.
Í semifinaluni gjørdist hann nummar fimm, væl aftanfyri teir, ið náddu finaluna. Hann mátti tí taka til takkar við einum pláss í B-finaluni, og har gjørdist hann nummar tvey. Hann róði sín besta róður júst í B-finaluni, sum var einastu ferð, hann megnaði at rógva undir sjey minuttir.
Damir Martin úr Kroatia gjørdist evropameistari, Ondrej Synek úr Tjekkia bleiv nummar tvey og Olav Tufte úr Noregi nummar trý.