Í dag skipa Føroya Ellisakfør fyri útferð við ellisakførum til Havnar.
Seinastu nógvu árini hevur siður verið, at Føroya Ellisakfør skipa fyri útferð Kristi himmalferðardag. Soleiðis verður eisini í dag. Leiðin gongur hesaferð til Havnar og vesturbygdirnar Velbastað og Kirkjubø.
Gomlu bilarnir og motorsúkklurnar hittast í felagshølunum yvir við Strond 22 í Havn. Síðani verður koyrt ígjøgnum Havnina, til Velbastaðar og Kirkjubíggjar – til ferðalagið verður aftur í Havn og endar á Vaglinum, har ellisakførini verða sýnd fram millum klokkan 14 og 16.
Síðan verður farið ein túr í gomlu Havnini, har Marjus Rein, staðkendur havnarmaður, fer at greiða frá húsum og fólkum í gomlu Havnini – til ferðalagið aftur endar í felagshølunum yvir við Strond til fiskasúpan við heimabakaðum breyði..