Stór móttøka fyri TB kvinnunum

Flogbóltur: TB er FM vinnari hjá kvinnum, eftir at tær vunnu 3-0 í triðju FM finaluni í dag

TB er føroysameistari í kvinnuflogbólti. Tað er bleiv staðfest í dag í Hálsi, tá tær vunnu triðju FM finaluna á Drátti 3-0. Á Tvøroyri er stór móttøka fyri lokala flogbóltsliðnum.

 

Les eisini: Dráttur vann

 

TB vann fyrstu finaluna og vóru favorittar at vinna í gjár, tá onnur FM finalan var á skránni í høllini á Hálsi. Her megnaði tó Dráttur at vinna 3-1. Tí var neyðugt við ein triðju og avgerandi FM finalu í dag.

 

Hesa ferð var ongin slingur í valsinum hjá TB. Tær vunnu 3-0 við settúrslitunum 25-22, 25-18 og 25-18. Í steypafinaluni vóru tær ov stuttar, men nú hevur TB fingið sítt gullheiðursmerki fyri hetta kappingarárið.

 

Sí myndir frá móttøkuni niðanfyri