Eitt savn við 1504 dýrgripum

(Ljóðsamrøða) Jógvan á Lakjuni, tónaskald fegnast um "Nýggju sangbók Guds fólks"

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jógvan á Lakjuni, tónaskald úr Fuglafirði greiða frá "Nýggju sangbók Guds fólks", sum varð løgd fram á samfelagsstevnu norðuri í Klaksvík hvítusunnudag.

 

Jógvan á Lakjuni mannar Sálmabókagrunnin, sum gevur sangbókina út saman við Metu av Fløtum, Jóannes Hansen, Árna Jacobsen, Niels Johannesen, Alexander Samuelsen og John í Skemmuni.

 

Jógvan er ivaleysur í, at talan er um ein stórt savn av dýrgripum. Jógvan greiðir frá hvussu arbeitt hevur verið fram ímóti hesari útgávuni. Hann greiðir eisini frá hvat slag av sangum og sálmum eru at finna í nýggju sangbókini, og hann greiðir eisini frá hvussu sangbókin er uppdeild. 

 

Jógvan nemur í samrøðuni eisini við søguna hjá føroyska sang- og sálmasanginum, og hvønn týdning hesin hevur. 

 

Samrøðan er 31 minuttir til longdar.