Fáa væl meira fyri svartkjaft í Danmark

- Tummas T fær væl betri prís fyri lastina í Danmark, enn teir høvdu fingið, um teir landaðu í Fuglafirði, sigur Varðin í Gøtu.

Tummas T kom ætlandi til Thyberøn í Danmark tíðliga leygarmorgunin við svartkjafti. Teir hava fiskað í ES-sjógvi á leiðini vestur úr Írlandi. Skipið hevur fulla last, sum er stívliga 1550 tons.

 

Varðin í Gøtu, sum eigur skipið, sigur, at Tummas T fær væl betri prís fyri lastina í Danmark, enn teir høvdu fingið, um teir landaðu í Fuglafirði. Tó sigur reiðaríið einki um, hvat Tummas T fær fyri lastina í Thyberøn.

 

Viðhefta mynd av Tummasi T er tikin í endanum apríl mánaði í fjør, tá skipið landaði sína fyrstu svartkjaftalast.

 

Tað eru nú tvey ár síðan, at Tummas T, sum áður bar navnið Norderveg, varð keyptur úr Noregi, og meðan norðmenn áttu skipið, fiskaðu teir svartkjaft á hvørjum ári.