Jóan Símun tryggjaði Vejle sigurin

Vejle vann á útivølli, har Jóan Símun eisini mátti av vølli ímóti dystarenda

Vejle hevði útidyst ímóti Lyngby í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Vejle vann 2-1, og var tað Jóan Símun Edmundsson, sum tryggjaði Vejle sigurin, tá fáir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Støðan í steðginum var javnleikur 1-1.

 

Jóan Símun kom veruliga í fokus seinastu løtuna. Í 86. minutti setti hann bóltin kalt í Lyngby-málið, og í 89. minutti fekk hann seinna gula kortið, og varð vístur av vølli.

 

Sonni Ragnar Nattestad fullførdi dystin fyri Vejle, og hevði ein hepnan fót við í avgerandi støðum, har Lyngby søkti at Vejle-málinum. Viljormur Davidsen er tíverri ikki klárur aftaná skaðasteðg enn. 

 

Vejle er nummar fimm í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 41 stigum fyri 31 dystir. Tveir dystir eru eftir at leika í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.