metrar upp á 14 dagar. Tað er ilt at trúgva, at áðrenn 1834 var Tresco á at líta sum ein miðal føroysk oyggj! Tað er sjálvandi veðurlagið, sum ger alt hetta møguligt. Blómur verða enntá útfluttar til bretska [...] noydd at flyta burtur. Genturnar fingu sum oftast arbeiði sum tænastugentur, meðan dreingirnir fóru í enska flotan. Men av tí, at August Smith hevði skipað fyri, at øll ? gentur og dreingir ? lærdu at lesa [...] landslag, sum fær einhvønn føroying at kenna seg væl. 4.000 ára gomul fornminni fram til borgir heilt frá 16. øld. Eitt ríkt fuglalív og møguleikar at sigla og fiska ella bara at ganga, súkkla ella spæla golf
hvussu hann metir tað fer at hepnast, sigur Kaj Leo, at tað er nakað tíðliga at úttala seg um nú, men sum gongdin hevur verið er neyvan grund til at lata illa at. Farex samarbeiðir við eini 12 virkir í landinum [...] felags ábyrd og soleiðis tryggja at tey fáa eitt skiftisavlop sum kann gera tey før fyri at nøkta eftirspurningin, sum er, leggur Kaj Leo aftrat. Árið í ár verður so tað fyrsta hjá Farex, og spurdur, hvussu [...] partafelag og partapeningurin hækkaður til 500.000 krónur. Pf. Farex hevur selt lidnar frystar vørur og saltfisk til hesar áður nevndu marknaðir, og sum skilst á sølumonnunum báðum, Kaj Leo Johannesen og Róa
Therkelsen metir hetta at vera eitt álvarsmál og løgreglan fer at leggja nógva orku í at fáa at vita, hvat hendi. Føroyingurin kendi tað so, sum royndu menninir at kvala hann, og tá hann kom á skaðastovuna [...] føroyingur sum dansaði við henni, skuldu teir royna at skilja tey at, men føroyingurin bað teir spyrja gentuna, hvat hon segði, og hon hevði einki ímóti at dansa við føroyinginum. Tá lupu teir á føroyingin. Sambært [...] hann ikki og legði á eitt konufólk sum arbeiddi á støðini, og hon er nú eisini avhoyrd og hevur givið løgregluni sína frágreiðing. Hon hevði eisini fingið onkran snuddin. Bæði føroyingurin og konufólkið
okkara veljarum ynsktu fult sjálvstýri. Tí undrar tað ein, at Jóannes Eidesgaard við útvarp og sjónvarp, aftaná at nýggja landsstýrið er stovnað, sigur, at hann (ella flokkurin) kann taka undir við øllum [...] mundi verða hansara síðsta almenna røða, at »í Føroya Javnaðarflokki er eitt syndarligt skil«, sum tað orðaræði bleiv sagt. Men nú eru hesir trupulleikar við at hvørva, og skuldi helst ikki nýggir tikið seg [...] i á Tvøroyri í vár bleiv hetta fyrilagt fyri limunum, og stóð at lesa í fjølmiðlunum aftaná, at bert nøkur fá tandur møttu upp til hendan fund, og vísir hetta áhugan hjá limum felagsins fyri hesum tiltaki
kið. Tað duga allir partar at síggja, at hetta er ikki heppið. Men um ongin onnur loysn verður funnin, gerst einki annað enn at útbyggja hana, har hon er - sjálvt um hetta helst enn meira fer at býta [...] kið í tvey. Haraftrat er at siga, at hetta uppskotið eisini hevur verið frammi fyrr, og at hesin vegur verður ivaleysa brattur til at kunna loysa sína høvuðsuppgávu, sum er at vera ein partur av høvuð [...] tikið seg upp, og í brævi til Tórshavnar býráð, dagfest 25. mars 1987, góðtekur hann, eftir at hava sæð tað modellið, sum framvegis er at síggja í býráðshúsinum, at vegurin varð gjørdur. Tað er tí eitt sindur
til at búskapurin í Indo?nesia kemur aftur á føtur. Pengarnir verða latnir yvir eitt skeið, so og so nógvar milliardir um mánaðin. IMF hevur sett sum treyt, at fyri hvønn mánað skulu nøkur mál verða nádd [...] sum IMF hevur kravt fyri at játta pening til Indonesia. Í veru?leikanum er prísurin ikki hækkaður, men stjórnin hevur tikið stuðulin til bensin og petroleum burtur og tað merkir, at fólkið sjálvt skal rinda [...] til veggja, at alt USA kann liggja innanfyri. Indonesia er tað landið í fjareystri, sum er eina meinast rakt av fíggjarligu kreppuni. Tað sum hevur øst fólkið hesar seinstu dagarnar er, at meðan indonesiska
fimm árini og afturgongdin byrjaði í fjør. Mahathir hevði í gjár ein fund við amerikanskar handilsmenn og hann segði, at nú vónaði hann, at tað ringasta var farið afturum. Hann roknaði við, at við nýggjum [...] Malaysia og úr øðrum londum fór endur?reisingartíðin ikki at gerast so drúgv. Serfrøðingar siga, at orðini frá forsætisráðharranum boða ikki frá nøkrum nýggjum. Singapore hevur longu ásannað, at málið at náa [...] hevur verið í Malaysia, at arbeiðarar í stórum tali eru komnir eitt nú úr Indonesia at arbeiða. Nú ongir pengar eru at taka til, verða fremmandi arbeiðararnir teir fyrstu, sum verða koyrdir til hús. Í Indo
Singapore og var á veg norðureftir, tá skipið var tikið. BBC visti at siga, at sjórænararnir vóru professionellir. Teir høvdu allir útbúgving til at føra skip og til at ansa eftir maskinunum. Tað fyrsta teir [...] antin at teir fara í eina fremmanda havn við skipinum og selja oljuna har. Ella sigla teir skipið til eitt annað tangaskip, sum teir hava eftirlit við og umskipa oljuna í sjónum Tað er sera torført at finna [...] Malaysiku hálvoynna og stóru indnesisku oynna Sumatra, hevur verið kent sum eitt gott stað hjá sjórænarum, men men hesi bæði londini hava seinastu árini hert eftirlitið og tí hevur einki verið at frætt úr Malakka
man fara at síggja út, sum fer avstað, og eftir tað at ímynda sær, hvussu liðið fer at síggja út, sum fer á vøllin í Estlandi. Umframt teir tjúgu, sum vóru á Svangaskarði fyrst í vikuni, eru tað tríggir [...] Eliasen, og Heðin á Lakjuni kom inn fyri Jan Allan Müller. Einki er at ivast í, at Jan Dam fer at koma inn á aftasta mann, um hann verður tøkur um tríggjar vikur. Tað er heldur einki at ivast í, at bæði Julian [...] bendir á, at tað eigur at kunna eydnast at røkka einum góðum úrsliti, so vil Allan Simonsen einki tosa um tað. ? Sum eg segði, so eru tað framvegis fleiri vikur, inntil vit fara avstað, og tað skulu avgreiðast
virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum og at samgongan er samd um at fremja verulig tiltøk, so at útoyggjunum og smáplássunum skal verða lív lagað Hvat kann til dømis gerast fyri at fáa fólk at flyta [...] umstøðum ikki rokna við, at tað letur upp aftur. Tað er alt ov stór umsiting av einum so lítlum virki, og tað hevur ikki møguleika at bera seg fíggjarliga. Hevði tað so ikki verði møguligt at veitt studning til [...] smáplássunum ein fíggjarligan fyrimun, fyri at fáa fólk at støðast har, og eisini at fáa tey at flyta aftur til smáu plássini. ? Eitt hugskot er at lækkað landsskattin. Á tann hátt varðveitir kommunan sínar inntøkur