Sjórænarar tiknir

Kinesiska sjóverjan hevur tikið 12 indonesiskar sjórænarar, sum høvdu rænt eitt tangaskip. Skipið er tað 12.000 tons stóra ?Petro Ranger? og varð tikið tann 16. apríl á leiðini millum Malayiska og Vietnamesiska markið . Hetta rán hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum í Fjareystri seinastu dagarnar. Manningin taldi 21 manns og teir hava tað allir gott.

Trupuleikin við sjórænarum er vaksandi aftur í Fjareystri. Malakka strætið norðanfyri Singapore, millum Malaysiku hálvoynna og stóru indnesisku oynna Sumatra, hevur verið kent sum eitt gott stað hjá sjórænarum, men men hesi bæði londini hava seinastu árini hert eftirlitið og tí hevur einki verið at frætt úr Malakka strætinum. Verri hevur staðið til í Suður kinesiska havinum.

?Petro Rangers? hevði ligið á redini í Singapore og var á veg norðureftir, tá skipið var tikið. BBC visti at siga, at sjórænararnir vóru professionellir. Teir høvdu allir útbúgving til at føra skip og til at ansa eftir maskinunum. Tað fyrsta teir gera, tá teir eru komnir umborð er at mála nýtt navn á skipið. Teir hava følsk skipasksjøl við og tað kann ganga drúgv tíð, áðrenn brotsverkið verður uppdagað.

Mannagongdin hjá sjó?rænarum, tá teir taka størri tangaskip er, antin at teir fara í eina fremmanda havn við skipinum og selja oljuna har. Ella sigla teir skipið til eitt annað tangaskip, sum teir hava eftirlit við og umskipa oljuna í sjónum Tað er sera torført at finna eitt skip, sum er rænt av sjórænarum, tí sum sagt navn og sereykenni eru fjald.

Sambart BBC, so verður roknað við, at skipað brotsmannalið standa aftanfyri sjóránini.

Kina hevur annars fingið ábreiðslur fyri ikki at fara nóg har fram móti sjórænarum. Herfyri tóku indonesiskir sjórænarar eitt skip. Teir vórðu tikini at kinesisku sjóverjuni, men teir vóru leyslatnir stutt eftir uttan nakran dóm. Sjórænarar hava hildið til í Fjareystri so leingi menniskjan hevur siglt.