Hvørja støðu hevur formaður Føroya Javnaðarfloksins J. Eidesgaard

Núverandi formaður í Vága Javnaðarfelag Hans Jørgensen hevur staðið á odda fyri nevnd, sum hevur tilvirkað eitt uppskot ella reglugerð fyri, hvussu Føroya fólk kann koma longur fram á sjálvstýrisleið.

Hetta arbeiði hansara hevur hann ongantíð kunnað nevndina her um, tíansheldur limirnar í Vága Javnaðarfelag.

Á eykalandsfundi á Tvøroyri í vár bleiv hetta fyrilagt fyri limunum, og stóð at lesa í fjølmiðlunum aftaná, at bert nøkur fá tandur møttu upp til hendan fund, og vísir hetta áhugan hjá limum felagsins fyri hesum tiltaki. Ein veljarakanning frammanundan fólkatingsvalinum ber á sama borð. 58% av teimum spurdu føroysku javnaðarveljarunum ynskti justeringar í heimastýrislógini í meir ella minni mun, - bert 30% av okkara veljarum ynsktu fult sjálvstýri.

Tí undrar tað ein, at Jóannes Eidesgaard við útvarp og sjónvarp, aftaná at nýggja landsstýrið er stovnað, sigur, at hann (ella flokkurin) kann taka undir við øllum í samgonguskjalinum uttan teimum borgarligu tiltøkunum, altso at hann eisini kann taka undir við at stovnseta eitt føroyskt ríki.

Men hesin sami Jóannes Eidesgaard segði ferð eftir ferð frammanundan løgtingsvalinum, at hann gekk fult inn fyri ríkisfelagsskapinum og var ikki við til nakrar broytingar á tí økinum, sum setti livistandardin niður.

Hesi úttalilsini samsvara als ikki.

Í okkara flokki hava fyri stutt síðani verið stórir trupulleikar. Ráðandi polittikarir stýrdu á slíkan hátt, at fakfeløgini við limum bæði á sjógvi og landi rýmdu úr flokkinum. Felagið var sum ein kroppur uttan møn og merg. Jørgin Thomsen sáli hevði tá á orðið á landsfundinum í Kambsdali í 1994. Tað mundi verða hansara síðsta almenna røða, at »í Føroya Javnaðarflokki er eitt syndarligt skil«, sum tað orðaræði bleiv sagt. Men nú eru hesir trupulleikar við at hvørva, og skuldi helst ikki nýggir tikið seg upp. Tað sýnist, sum um flokkurin er við at finna stevið aftur. Nøkur av teimum, sum fóru, eru afturkomin. Nú má onki vingl verða meir - ongin kúvending - og tann demokratiski meirilutin í flokkinum má avgera, hvussu okkara politikarir handfara álvarsmál sum t.d. ríkisfelagsskapin millum Føroyar og Danmark.


Leif Nolsøe, Sørvágur